Hesi seinastu árini eru stórar broytingar hendar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tað staðfestir Hagstova.
Sum vit lósu í áðni er talið á føroyingum, sum hava arbeiði nú við at seta nýtt met. Annars varð metið sett í 2008, men nú eru aftur líka nógvir løntakarar í Føroyum, ella gott 26.000
Men samanbera vit 2008 við mai 2017, sæst, at hesi níggju árini eru stórar broytingar hendar, sigur Hagstovan.
Tað er nevniliga bara í bólkinum “almenn fyrisiting og tænasta” at fleiri løntakarar eru. Nú eru 9.412 løntakarar í almennari tænastu, men fyri níggju árum síðani, vóru 8.682 løntakarar í almennari vinnu
– Tað vil siga, at tað nú eru tað 730 fleiri starvsfólk í almennari tænastu, enn tað vóru í 2008 og talan er sostatt um vøkstur vøkstur upp á 8,4 prosent.
Í fiskivinnuni og alivinnuni er nærum tíggjundi hvør løntakari hinvegin burtur. Í mai í 2008 vóru tað 4.578 løntakarar í hesum vinnubólkinum, men nú, í mai í ár, er tað tódnað niður í 4.160 løntakarar. Talið er sostatt minkað 418 løntakarar og tað er ein minking upp á 9,1 prosent.
Í byggivinna og í aðrari privatari vinnu, eru tað tilsamans næstan 200 færri løntakarar nú enn fyri níggju árum síðani, leggur Hagstovan afturat.