Fleiri almennir stovnar flytast til Suðuroyar

Einasta rætta er at flyta Vaktar-og Bjargingartænastuna og ein part av Fiskirannsóknarstovuni til Suðuroyar og leggja tey saman við Strandferðsluni, sigur Dánjal Andreasen, sum nú er farin frá sum stjóri

 Tað einasta rætta er at flyta fleiri almennar stovnar úr Havnini og út á bygd.

Tað var hin seinasta heilsanin frá Dánjali Andreasen áðrenn hann segði endaliga farvæl sum stjóri á Strandferðsluni.

Fríggjadagin var móttøka á Strandferðsluni á Tvøroyri í sambandi við stjóraskiftið, har Dánjal Andreasen legði frá sær sum stjóri og Bogi Mortensen tekur við.

Nógv rumbul stóðst av ætlanini at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar og tað vóru tey, sum vóru so dapurskygd, at tey spáddu, at hetta beinleiðis fór at knúsa stovnin.

Men øllum hesum gjørdi Dánjal Andreasen til skammar.

- Tað er ongin forðing fyri virkið hjá Strandferðsluni, at hon liggur í Suðuroy, segði hann.

Tað vóru fleiri politikarar til staðar á móttøkuni og við teir segði fráfarandi stjórin bart út:

- Tað ber væl til at flyta meir.


Alment stórreiðarí í Suðuroy

Í hesum sambandi heitti Dánjal Andreasen beinleiðis á politikarar um at seta seg niður at viðgera spurningin um, hvat annað virksemið kann verða lagt afturat Strandferðsluni í Suðuroy.

Í hesum sambandi nevndi hann Vaktar og Bjargingartænastan og Magnus Heinason, sum hevur royndarfiskiskap fyri Fiskirannsóknarstovuna.

- Hetta er virksemi sum natúrliga kann verða lagt saman við Strandferðsluni í Suðuroy.

Dánjal Andreasen segði, at hetta hevði gjørt raksturin betri skipaðan og bíligari. Hann helt eisini, at hetta hevði bøtt um nøgdsemi bæði hjá starvsfólkinum og hjá viðskiftafólkunum.

Fráfarandi stjórin á Strandferðsluni metti eisini, at eitt stórt, alment reiðarí, sum fevndi um øll skipini hjá tí almenna, hevði givið fleiri fyrimunir við stórrakstri.

- Tað hevði givið okkum ein fíggjarligan fyrimun í øllum keypi til stovnin og skipini og at tað hevði borið til at fingið bíligari tilboð frá veitarum av ymsum slagi.

Hann legði afturat, at her kann landið so fáa ein fíggjarligan fyrimun uttan at tað kostar nakað sum helst.

Hann helt, at serliga nú tíðirnar ikki eru heilt so góðar longur og Løgting og landsstýrið venda hvørjari krónu fyri at gera almenna raksturin so bíligan sum gjørligt, hevði tað verið áhugavert at lagt stovnarar saman.

- So tit politikarar, hugsi tykkum væl um. Flyti hesar stovnar og leggi teir saman til eina eind í Suðuroy, segði Dánjal Andreasen.

- Vit hava prógvað við Strandferðsluni, at tað ber væl til, legði hann afturat.

Les eisini greinina: Bogi fer at ansa væl eftir pengunum og greinina: Dánjal er stoltur og takksamur