Fleiri arbeiðspláss á Skála

Hóast tað eru pólverjar, sum gera stálarbeiðið, nú nýtt skip verður bygt á Skipasmiðjuni á Skála, so gevur hetta eisini arbeiði til føroyskar hendur. Vinnuhúsið skrivar, at fýra nýggj verkfrøðingastørv eru sett alt fyri eitt, og at talan verður um fleiri føroyskar handverkarar, sum verða settir, tá skipasmíðið er komið longur ávegis. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum fegnast arbeiðsgevarafelagið um, at tað bar til at gera avtalu um partvíst innflutta arbeiðsmegi.