Fleiri arbeiðsskaðar

Tíðindaskriv

Arbeiðseftirlitlitið hevur í tíðarskeiðnum september 2003 til apríl 2004 havt átak innan hárfríðkanarstovur í landinum. Orsøkin til átakið var millum annað, at fleiri, sum starvast í hárfríðkarnarøkinum hava ampa av sínum arbeiði. Tey hava húðeksem, trupulleikar í rørslulagnum og í andaleiðini. Tað sum dentur serliga varð lagdur á í hesum átaki, var nýtsluvegleiðingar til evni og tilfar, handskar, ventilatión og ergonomi.
Íalt vóru 95 hárfríðkarnarstovur vitjaðar. Størsti parturin innan hesa vinnu arbeiðir sjálvstøðugt, men í 28 hárfríðkarnarstovum arbeiddu fólk fyri ein arbeiðsgevara. Tey, sum høvdu fólk í arbeiði, fingu eina eftirlitsfrágreiðing eftir vitjanina. Í eftirlitsfrágreiðingini fingu øll uttan ein boð um eisini at nýta handskar til hárvask. 23 fingu boð um punktútsúgvingar har, sum tað bleiv arbeitt við liting, bleiking, permanenting og líknandi.. Harumframt fingu tvey boð um ergonomisk tiltøk, í samband við truplar umstøður rundan um vaskið og stólar, sum ikki kundu stillast í hædd.
Í samband við vitjaninar vóru hárfríðkarnarfólkini spurd um heilsuviðurskifti. 124 fólk innan hárfríðkarnaryrkið vóru spurd, um tey høvdu trupulleikar í andaleiðini, húðtrupulleikar ella trupulleikar í rørlsulagnum. Út frá hesi kanning sæst, at størstu trupulleikar vóru í rørslulagnum. Av teimum spurdu svaraðu 79, at tey høvdu trupulleikar við vøddaspenningum í nakka og ovararyggi. Sum nummar tvey á listanum vóru húðtrupulleikar, sum var alt frá turrari húð til húðeksem. Eisini kunnu nevnast trupulleikar innan andaleiðina, lendar og áraknútar.
Arbeiðseftirlitið fer seinni í ár at hava ein evnisdag fyri hárfríðkannarfólkum, har greitt verður nærri frá átakinum og um hvussu man kan verja seg móti omanfyri nevndu trupulleikum.