Fleiri av teimum gomlu vøllunum eru í ringum standi

Fótbóltur: Teir flestu graslíkisvøllirnir, sum vórðu gjørdir í 80-unum, eru nú illa slitnir

Í seinnu helvt av 80-unum skifti meginparturin av fótbóltsfeløgunum kring landið sínar gomlu grúsvøllir út við spildurnýggjar graslíkisvøllir. Síðani tá er støðið í føroyskum fótbólti hækkað munandi, og tað er í dag ilt at ímynda sær, hvussu hevði verið, um allir vøllirnir í dag framvegis vóru grúsvøllir.

Nú eru 90-ini um at vera liðug, og teir flestu av graslíkisvøllunum eru rættiliga slitnir. Vøllirnir verða brúktir nógv, summa staðni frá morgni til myrkurs, og fleiri av teimum munnu hava tænt sína verjuskyldu fyri langari tíð síðani.

Eitt dømi kom í Runavík herfyri, tá NSÍ og B36 spældu steypadyst. Í dystinum, sum NSÍ annars vann 3-1, var B36-málverjin óheppin, einu ferðina hann skuldi skjóta málspark. Tað verður ofta tikið til, at spælararnir »detta um linjuna«, og hesaferð var tað bókstaviliga júst tað, sum hendi.

Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, sigur, at vøllurin hjá teimum, sum varð gjørdur í 1988, eins og so nógvir aðrir eftirhondini er rættiliga slitin.

? Ábøtur verða gjørdar á vøllin áðrenn hvønn dyst. Tað er serliga við tað norðara málið, at hann er illa slitin, sigur Jákup Mortensen, sum greiðir frá, at teir seyma leysu 5 metur strikuna aftur aðrenn hvønn dyst.


Krevur ábøtur

Jákup Mortensen sigur, at tað ikki er nøkur loyna, at teirra vøllur, sum er kommunalur, krevur størri ábøtur, og at arbeitt verður við hesum í løtuni.

? Vøllurin hevur hildið væl, síðani hann varð gjørdur, men nú er hann gamal, og tá fólk eru á honum hvønn dag frá klokkan trý til klokkan tíggju-ellivu á kvøldi, slepst ikki undan sliti, sigur NSÍ-formaðurin.

Hann sigur, at ætlanin er at taka ein part av sandinum, sum er á vøllinum í Runavík, burtur, tí sandurin nú er sokkin so langt niður, at vøllurin er sera harður.

Í fjør varð nýtt graslíki lagt á ovara vøll í Gundadali og á vøllin í Klaksvík, men burtursæð frá niðara vølli í Gundadali, vøllinum á Argjum og á Eiði eru allir hinir graslíkisvøllirnir lutfalsliga gamlir ? teir eru í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Runavík, Toftum, Skála, Sandavági, Miðvági, Sørvági, Sandi, Tvøroyri, Vági og í Sumba (12 tilsamans).

Tá vøllirnir verða ov slitnir, lúka teir ikki krøvini, ið sett verða til teir, og teir kunnu eisini vera vandamiklir fyri tey, sum spæla á teimum. Tað eru eisini dømi um, at Fótbóltssambandið hevur fingið fráboðan um vøllir, har ásetingarnar ikki verða hildnar.