Tað eru fleiri broytingar á manslandsliðnum, sum komandi tíðina skal spæla venjingarlandsdystir móti Liktenstein og Danmark, sum verða ávikavist 22. mars og 26. mars.
Arnbjørn Svensson er nýggjur á landsliðnum. Miðverjin hjá Víkingi hevur verið upp á tal og nú er við í hópinum. Han avloysir Odmar Færø, ið er skaddur. Teitur M. Gestsson er við aftur og tekur plássið hjá Bjarta V. Mørk.
Jóannes Kalsø Danielsen og Jákup B. Andreasen verða pápar í næstum og hava givið avboð. Ári M. Jónsson er skaddur og Sonni Ragnar Nattestad hevur í løtuni einki felag. Gilli Rólantsson spælir við TB í 1.deild, og landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at hann ikki úttekur spælarar úr næstbestu deildini.
Tað hevur givið pláss fyri spælarum sum Danieli Johansen, Bartali Wardum og Magnusi Egilsson, sum hava verið í útikantinum av landsliðshópinum í eina tíð.
Hóast Páll A. Klettskarð skoraði fýra mál í ársins fyrsta dysti, so er ikki blivið pláss fyri áleyparaunum hjá KÍ.
Hópurin
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, Fredricia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjan:
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Magnus Egilsson, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðjan:
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Álop:
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##