Fleiri avgustar eru strandaðir á Fanø

Hvalagranskari sigur, at tá stórhvalir soleiðis gera landgongd, er deyðin so at siga vísur, tí tað letur seg snøgt sagt ikki gera at bjarga teimum aftur til havs

Strandaðir stórhvalir kunnu ikki avlívast ella bjargast á ein virðiligan hátt. Tað sigur danska Umhvørvisstýrið og hvalagranskarin, Carl Kinze, sum er knýttur at Statens Naturhistoriske Museum, er samdur.

 

Spurningurin er vorðin aktuellur í dag, nú tað vísir seg, at nakrir avgustar eru strandaðir á donsku oynni, Fanø, sum liggur skamt uttanfyri Esbjerg á Suðurjútandi. 

 

Onkur av hvalunum, sum var endaður uppi á sandinum, var framvegis á lívi, og tí hevur spurningurin verið reistur, hvørt tað er nakað, sum kann gerast fyri at bjarga hesum stóru djórum útaftur til havs.

 

Spurningurin um avlíving hevur eisini verið reistur, nú onkur avgustur at síggja til liggur og pínist uppi á sandinum og sleppur ikki útaftur, haðani hann er komin.

 

Danska DR hevur gjørt burturúr hesum hvalum í dag, og her hava eisini verið livandi filmsbrot at sæð av avgusti, ið liggur mest sum uppi á turrum og andar.

 

- Skulu hvalirnir avlívast, er neyðugt, at tú kemur heilt inn til tey lívsneyðugu gøgnini, og hetta hevði verð til størri líðing fyri hvalin, enn um tú bara letur hann spakuliga sleppa at glíða inn í deyðan, sigur hvalagranskarin, Carl Kinze.

 

Lagt verður aftrat, at tað var fríggjadagin, at fýra avgustar strandaðu á Fanø og á hálvoynni, Skallingen, sum liggja út fyri Esbjerg, og í morgun varð eisini ein avgustur strandaður við Sønderho á Fanø.

 

Sagt verður, at í løtuni er ógreitt, hvussu nógvir stórhvalir talan kann vera um, sum eru strandaðir í gjár og í dag um hesar leiðir.

 

Hvalagranskarin sigur, at tá stórhvalir soleiðis gera landgongd og enda uppi á landi, er deyðin so at siga vísur, tí tað letur seg snøgt sagt ikki gera at bjarga teimum aftur til havs.

 

- Øðrvisi hevði kanska verið, um fólk vóru til steðar, tá hvalir vóru við at gera landgongd og at tað á ein ella annan hátt kundi verið byrgt upp fyri, at hetta hendi, sigur hvalagranskarin, Carl Kinze, við danskar miðlar.

 

Her sæst video-brot av tí eina avgustinum, sum framvegis er á lívi - https://www.dr.dk/nyheder/indland/reels/strandet-hval-er-stadig-i-live-vi-kan-ikke-goere-noget-ved-det