Fleiri íbúðir til lesandi ungdómin!

Í mong áratíggju hevur Havnin verið staðið, har føroyski ungdómurin leitar sær, tá farið verður undir lestur her heima.

 

Heðin Mortensen

býráðslimur sambandsvalevni tilTórshavnar býráð www.hemorten.com


Náttúrligi leikluturin hjá høvuðstaðnum sum lestrarmiðdepil gerst ikki minni við tíðini, og hóast undirvísingarstovnar verða fluttir út um Havnina, minkar íbúðartørvurin hjá ungdómi ikki her.

Tórshavnar kommuna hevur roynt seg við kollegiibygging Undir fjalli, men tann tørvur, ið har verður nøktaður, er bert ein dropi í havinum.

Tí skal kommunan leggja ætlanir um fleiri slíkar byggingar, so okkara ungu skulu hava nøktandi umstøður, tá tey fara undir lestur í høvuðsstaðnum.

Havandi í huga, at landið ikki tykist hava neyðugan vilja og hug at taka eitt tak á hesum øki, noyðist Tórshavnar kommuna at taka um endan, sum ikki einaferð!

At ungfólk við avmarkaðum lestrarstuðli skulu taka til takkar við hálvvánaligum kjallarakømrum fyri leigu, ið ofta kann liggja langt oman fyri veruliga leiguvirði, kann eingin liva við.

Tí eigur at verða farið undir bygging av hóskandi íbúðum, ið ung lesandi skulu leiga fyri ein prís, ið samsvarar við tað, tey kunnu vera før fyri at rinda.

Og eins og gjørt verður, tá finnast skulu eldraíbúðir, eigur kommunan kanska enntá eisini at keypa hóskandi bygningar til endamálið, tá tað letur seg gera.

Sum høvuðsstaður eigur Havnin at bjóða ungdóminum sømilig lestrarkor á øllum økjum, og tá eiga loysnir á íbúðartørvinum at standa frammarlaga!