Bátaeigarar í Havnini virka undir trongum korum. Tað er sum at vinna í eydnuspæli at fáa eitt bátapláss í høvuðsstaðarøkinum. Kanska ikki so løgið, tí bátatalið økist á hvørjum ári, og neyst eru ikki bygd í eitt mannaminni.
At hava ein bát er eitt gott og sunt frítíðarítriv. Og hjá teimum flestu er tað eisini til stóra gleði.
Bátafelagið í Havn hevur fleiri einn 600 limir og flestu teirra eru sera virknir. Býráðið eigur at stuðla, so felagið fær bestu umstøðurnar at virka undir.
Bátafelagið hevði eina frálíka ætlan inni á Sundi, men tá samgongan í býráðnum hevði havt verk-ætlanina um hendi, kendi bátafelagið ikki uppskotið aftur. Ein jarðbundin ætlan var vorðin til nakað nógv meira, har seglbátar og aðrir stuttleikabátar eisini skuldu vera við.
Neyðugt er at hava bæði beinini á jørðini og lurta verður eftir ynskjunum frá feløgunum.