Fleiri bilar fingið skaða av máling á vegnum

Óvanligt herverk í Havn í nátt

Beint eftir klokkan trý í nátt fekk løgreglan fráboðan frá argum bilførarum, sum høvdu fingið skaða á bilarnar – av máling á vegnum.

 

Tað var í vesturbýnum, beint við ein handil, haðani fólk hava tikið spannir við hvítari máling og stoytt tær á vegin. Løgreglan veit ikki, hvussu nógvar spannur, talan var um og talan var ikki um innbrot, tí spannurnar stóðu soleiðis, at tær vóru til at fáa fatur á.

 

Men tað lógu hylar av máling á vegnum, og tað vóru fleiri bilførarar, sum koyrdu ígjøgnum teir, áðrenn teir varnaðust tað.  Løgreglan sigur, at tað hevur dálkað fleiri bilar, rættiliga illa, bæði lakk og dekk, umframt annað, málingin hevur dálkað frá sær, tá ið hon spruttaði undan hjólunum.

 

Løgreglan fekk sløkkiliðið á staðið, og tey hava reinskað vegin so væl, sum tilber.

 

Annars hevur løgreglan skuldsett tveir bilførarar í Havn fyri at koyra við kenning í nátt. Annar varð steðgaður Yviri við Strond klokkan fimm í morgun og ein hálvan tíma seinni var ein annar tikin í miðbýnum. Tá ið teir blástu, vísti alkoholmátarin meiri enn loyvt er, so teir vórðu báðir tiknir á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin av teimum fyri at staðfesta, hvussu ávirkaðir teir vóru.