Síðani 1981 hevur tað borið til hjá teimum, sum búgva í syðru helvt í Suðuroy, at taka blóðroyndir á Læknamiðstøðini í Vági.
Hetta er ein tænasta, sum Suðuroyar Sjúkrahús hevur veitt, fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum búgva í syðru helvt í Suðuroynni
Tí annars skulu tey koyra líka norður á Tvøroyri til laboratoriið á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Nú verður hendan tænastan víðkað.
Higartil hevur laboratoriið á læknamiðstøðini í Vági verið opið hvønn hósmorgun frá klokkan 9-11.
Men nú verður tað eisini opið týsmorgnar frá klokkan 9-11.
Fyrsti týsmorgun, tað er opið, er nú í morgun, 2. mars.
Á Læknamiðstøðini ber til at taka blóðroyndir og hjartamynd, ella EKG, sum tað eitur á fakmáli.
Sjúkrahúsið sigur, at tænastan verður víðkað bæði fyri at geva fólki ein valmøguleika og fyri at stytta bíðitíðina.
Laboratorriið á sjálvum sjúkrahúsinum er opið hvønn dag, uttan mikudag.