Sundalagsstevnan, sum var í Hvalvík og Streymnesi um vikuskifti sum heild friðarlig.
Tað, sum var ólíkligum, var ikki meiri enn væntast á eini slíukari stevnu, sigur politiið.
Fleiri tiknir
Á Sundalagsstevnuni blivu tríggir mans tiknir fyri at koyra við kenning.
Tveir koyrdu bil, og ein koyrdi traktor, sum hann hevði stolið.
Tann fyrsti var tikin tíðliga leygarmorgunin.
Løgreglan úr Havn var farin norður og í Hvalvík komu teir framá ein bil, sum hevði rent á eini hús.
Bilførarin varð innlagdur á sjúkrahúsið við smávegis snuddum.
Men bilurin var vrak.
Men, tað, sum bilførarin uttan iva verður mest harmur um, er, at hann verður skuldsettur fyri at koyra við kenning og kann rokna við at spæla sær av við koyrikortið.
Tíðliga sunnumorgunin var politiið í Havn aftur á Sundalagsstevnu.
Tá var ein maður tikin fyri at koyra við kenning í einum traktori, hann hevði stolið.
Eisini hann vænta sær at spæla av við koyrkortið.
Í meðan politiið var har norðuri, steðgaðu teir einum bili afturat.
Og eisini tann bilførarin hevði drukkið meiri enn gott var - og fer sama veg sum hinir báðir.
Annars sigur politiið í Havn frá nógvum ferðsluóhappum um vikuskiftið, men skaðarnir vóru smáir.