Fleiri bygdir mistu streymin í nátt

Eisini manningin hjá SEV máttu til verka í nátt

 

Tað var rættiliga nógv avfall í gjárkvøldið og í nátt við vátaslettingi, og tað ávirkaði eisini streymveitingina til fleiri bygdir.

SEV sigur í eini frá boðan í morgun, at tað legðist so nógvur kavi á summar av linjunum, at tær fóru, og sostatt mistu fleiri bygdir vestan fyri, streymin. SEV sigur, at bæði í Vágum, í  Kvívík, á Stykkinum, á Leynum og í Skælingi, mistu tey streymin.

Tískil var neyðgt at leggja streymveitingina um, fyri at kunna veita nevndu økjum streym, og yvirhøvur var tað rættiliga stutt, at tey lógu í streymloysi.

Í Vágum var eingin streymur á átta minuttir í tíðarskeiðnum frá klokkan 00.30  til klokkan 00.38 í nátt, og í Kvívík var streymurin burtur í næstan tveit tímar, frá klokkan 01.10 til klokkan 02.58.

Í Leynum og Skæingi var neyðugt at rigga neyðstreym til og har mistu tey streymin í næstan sjey tímar, frá klokkan 01.10 til klokkan átta í morgun.