Fleiri dripin og særd í Norra

Fleiri fólk eru dripin, og fleiri særd, í norska býnum, Kongsberg, eftir at eitt fólk hevur gingið runt í býnum og skotið við boga og píli.

 

 

 

Fleiri fólk eru dripin, og fleiri særd, í norska býnum, Kongsberg, eftir at eitt fólk hevur gingið runt í býnum og skotið við boga og píli.

 

 

 

Hetta upplýsir norska løgreglan sambært VG.NO.

 

 

 

Løgreglan hevur handtikið ein mann, ið tey meta stendur aftanfyri gerðina. Mann væntar ikki at fleiri hava luttikið í drápinum.

 

 

 

Tað verður ikki upplýst hvussu nógv eru dripin, og heldur ikki hvat endamálið við drápinum var.

 

Har búgva áleið 26000 fólk í Kongsberg.