Fleiri dystir og minni frítíð

Nýggja kappingarskipanin ber við sær, at tað ikki fer at bera til at halda summarfrí hjá spælarunum, og at helmingurin av feløgunum fer at spæla eina ferð fleiri á heimavølli enn hin helmingurin

NÝGGJUR LEISTUR

Fótbóltsfundurin leygardagin samtykti einki. Tað var heldur ikki ætlað, at nakrar viðtøkur skuldu verða gjørdar, tí fundur av hesum slagnum hava onga heimild.
Men hóast eingin samtykt varð gjørd, so er tað eftir fundin greitt, at landskappingin í bestu deildini næsta ár verður 50 prosent størri, enn hon hevur verið, og at tað fer at verða telvast í landskappingini í einar 6-7 vikur meiri, enn tað higartil hevur verið.
Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini, legði uppskotið um broytingar fyri eftirmetingarfundin, sum leygardagin var í FSF húsinum. Málið var aftast í røðini av fleiri málum. Onkur mál, sum vóru á skránni tíðliga á fundinum, og sum kanska ikki høvdu so stóran týdning, sum hetta málið hevði, høvdu fingið í so drúgva viðgerð, so tað vóru ikki stundir til serliga viðgerð av spurninginum um longdina av kappingini. Heldur var talan um kunning, sum tað ikki vóru serligar stundir at venda og snara. Men kortini vóru greiðar ábendingar um, at feløgini eru við uppá, at tað skal spælast meiri í landskappingini, og at steypakappingin ikki skal fylla so nógv, sum hon hevur gjørt seinastu tíggju árini.
Næsta kappingarár verður royndarár, og so verður um eitt ár aftur mett um, hvussu nýggja skipanin hilnaðist.

Sjey mánaðir
FSF ynskir, og feløgini tykjast taka undir við, at landskappingin skal fevna um 27 umfør. Fyrsta umfarið skal spælast 2. páskadag, sum næsta ár verður 28. mars, og síðsta umfarið skal vera síðsta vikuskiftið í oktober ella neyvari sunnudagin 23. oktober.
Uppskotið um fleiri dystir og longri landskapping fevnir bert um bestu deildina. Í hinum deildunum fer at verða spælt, sum tað higartil hevur verið ella átjan umfør. Ætlanin er, at fótbóltsárið skal verða heilt liðugt síðsta vikuskiftið í oktober. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá skulu síðstu upp- og niðurflytingardystirnir avgreiðast.
Í ár var fyrsta umfarið í landskappingini 25. apríl, og átjanda og síðsta umfarið varð spælt 2. oktober. Tá summarsteðgurin verður lagdur afturat ber nýggja skipanin við sær, at landskappingin í bestu deildini næsta ár fer at vera 6-7 vikur longri, enn hon higartil hevur verið.
Nýggja skipanin, sum eitt nú ber við sær, at summarsteðgurin verður strikaður, fer at kennast aftur hjá spælarunum á tann hátt, at tað fer ikki at bera til hjá teimum at seta tíð av til summarfrítíð saman við familju og vinum, uttan at tað fer at hava við sær, at teir ikki verða tøkir til eitt ella fleiri umfør í landskappingini.

Heimavøllurin
Eftir fundin leygardagin er tað upp til kappingarnevndina hjá FSF at leggja til rættis, hvussu tey 27 umførini skulu skipast og leggjast til rættis. Leisturin, sum hevur verið íblástur til nýggja uppskotið, er danska kappingin, og í FSF fara teir eisini í framhaldandi arbeiðnum við at leggja til rættis, at hava donsku kappingina frammarlaga í huganum.
Nýggja skipanin ber við sær, at helmingurin av feløgunum fer at fáa ein heimadyst fleiri enn hin helmingurin. Tað eru fleiri møguleikar at finna fram til, hvussu tað skal finnast fram til hetta, men tað tykist kortini vera breið semja um, at tað besta er, at tað longu undan kappingarbyrjan verður greitt, hvussu tað skal spælast í øllum 27 umførunum.
Ein møguleiki hevði verið, at støðan eftir fyrsta triðingin av kappingini varð avgerandi fyri, hvør skuldi eiga heimavøll í restini av kappingini. Hin møguleikin ? og hann er tann meiri sannlíki ? er, at endastøðan undanfarna kappingarárið ger av, hvussu tað skal verða við heimavøllinum. Tað vil siga, at tey fimm feløgini í ovara enda síðsta kappingarár skulu eiga ein heimadyst fleiri í part næsta ár enn hini feløgini. Um hetta verður leisturin, so fer tað at bera við sær, at tey feløgini, sum higartil einki hava havt at spæla um, tí tey hvørki hava havt møguleika at gerast meistarar ella at koma í niðurflytingarvanda, nú fara at hava meiri at stríðast um heilt til endan á kappingini.
Talan verður ikki bara um ítróttarligan fyrimun av heimavøllinum, men eisini um fíggjarligan fyrimun, tí í uppskotinum hjá FSF verður lagt upp til, at tað framvegis skal verða soleiðis, at heimaliðið skal eiga inntøkurnar.