Fleiri enn 100 fólk til hendurs í Svøríki

- Vit hava fleiri fólk á staðnum, og neyðugt hevur verið við hjálp úr Gøteborg og frá einari tyrlu, segði talskvinna hjá løgregluni í økinum.

Myndin av svenskum løgreglufólki er tilvildarlig.

 

 

Løgreglan í svenska býnum, Borås, hevur eftir øllum at døma havt úr at gera í kvøld, tí í býnum hevur verið eitt rættiligt hópslagsmál, har fleiri enn hundrað fólk fóru til hendurs. 

 

Tað veit svenska heimasíðan - www.svt.se - at siga í kvøld. 

 

Í minsta lagi tvey fólk, harav ein løgreglumaður, eru endað á sjúkrahúsi, og heimasíðan skrivar, at løgreglumaðurin varð raktur í høvdið við einari fløsku. 

 

Sambært løgregluni hevur hópslagsmálið verið millum tveir bandar, men www.svt.se visti ikki fyrr í kvøld at siga, hvør orsøkin til stríðið er.

 

- Vit hava fleiri fólk á staðnum, segði Anna Göransson, talskvinna fyri løgregluna í økinum, og hon legði aftrat, at neyðugt hevur verið við hjálp úr Gøteborg og frá einari tyrlu.

 

Anna Göransson segði, at løgreglumaðurin, sum endaði á sjúkrahúsinum, hevur fingið tvær pentur, men at hann annars eftir umstøðunum hevur tað gott.

 

 

 

Myndin av svenskum løgreglufólki er tilvildarlig.