Tesla tíggjufaldar yvirskotið eftir koronuávirkan í fjør

Elbilaframleiðarin Tesla hevur havt eitt sera gott annað fjórðingsár samanborið við í fjør, tá covid-19 rakti.

Tesla seldi bilar við fullari ferð í øðrum ársfjórðingi. - Foto: Carlo Allegri/Reuters

Elbilaframleiðarin Tesla hevur eitt sera gott fjórðingsár, har sølan er næstan tvífaldað samanborði við sama tíðarskeið í fjør. Tá var felagið eisini hart rakt av, at stóra verksmiðjan í USA var stongd vegna koronu.

 

Í øðrum fjóðringsári – teir tríggir mánaðirnir apríl, mai og juni – framleiddi Tesal 206.421 bilar og seldi 201.250 til kundar.

 

Tað gav ein umsetning upp á 12 milliardir dollarar ella slakar 76 milliardir krónur. Tað er ein hækking upp á 98 prosent – og ein tíggjufalding av nettoúrslitinum upp á 1,1 millardir dollarar samanborið við annað fjórðingsár í fjør.

 

– Í øðrum fjórðingsári settu vit nýggj og týdningarmikil met. Vit framleddu og seldur yvir 200.000 bilar, høvdu eina yvirskotsgrad upp á 11 prosent og rukku einum nettoúrsliti upp á yvir eina milliardir dollarar fyri fyrstu ferð í søgu okkara, skrivar Tesla í sambandi við úrslitið fyri annað fjórðingsárs.

 

Tesla leggur dent á, at framleiðslan og sølan er rokkin, hóast tað enn eru stórar avbjóðingar við at útvega materiali, og at heimsins havnir eru ovbyrjaðar.

 

Serliga sølan av tí bíligara Model 3 og Model Y hevur verið góð í tíðarskeiðnum. Samstundis er felagið farið at veita bilar frá stórum verksmiðjum í Berlin í Týsklandi og í Austin í Texas.

 

Framleiðsan av tí leingi væntaða ellastvogninum er tó útsett til 2022, so felagið betri kann hugsavna seg um verandi framleiðslur. Havast skal í huga, at trupulleikar eru við veitingarketuni, og at tað eru trupulleikar við at útvega nóg mikið av battaríum.

 

Sum vant sær Teslan ljóast upp á marknaðin fyri elbilar.

 

– Støðan og stuðulin til elbilar sær út til at vera á einum hægri støði enn nakrantíð. Viðt halda fram við at arbeiða hart fyri at minka um útreiðslurnar og at økja framleiðsluna fyri at gera elbilar atkomiligar fyri so nógv fólk su gjørligt, skriar Tesla.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Tesla seldi bilar við fullari ferð í øðrum ársfjórðingi. - Foto: Carlo Allegri/Reuters