Fleiri enn 70 sløg av náttúruheilivági eru góðkend

Náttúruheilivágur er vanliga virkaður úr úrdráttum úr plantum ella úr pulvuriseraðum plantulutum. Heilivágurin kann eisini hava sín uppruna sum olja úr fiski ella dýrum. Tað sermerkta við hesum heilivági er, at evnini oftast verða brúkt í somu konsentratión, sum tey eru í náttúruni

Vilmund Jacobsen

Náttúrulæknaheilivágur er eisini góð­kendur heilivágur, og skrásett eru fleiri enn 70 sløg, sum eru góð­kend til nýtslu fyri ymiskar sjúk­ur og pínu.
Áður varð ikki skilt millum hugtøkini náttúrulæknaheilivág, náttúru­heilivág og urtaheilivág. Orsøkin er, at krøv ikki vórðu sett til virknað ella trygd. Í dag er munur á, um heilivágurin er góðkendur sum náttúrulæknaheilivágur - ella, um eingi prógv eru fyri, at sløgini hava virknað, eitt nú sum kostískoyti.

Náttúrulæknaheilivágur
Men, hvat er so náttúru­lækna­heilivágur?
Jú, hetta er heilivágur, sum er góðkendur av danska Heilsu­stýri­num til viðgerð av lættari sjúk­um og pínu. Heilivágurin kann eitt nú brúk­ast í teimum føri, har ikki er brúk fyri lækna.
Náttúrulæknaheilivágur er eitt serligt slag av heilivági, sum van­liga er virkaður úr eitt nú turkaðum plant­um, plantulutum og úrdráttum úr plant­um ella øðrum náttúrligum evnum.
Náttúrulæknaheilivágur fæst í hondleypi á apotekum, heilsu­handl­um, materialistum og stór­handl­um.

Framleiðsla av náttúruheilivági
Hvussu verður so nátt­úru­lækna­heili­vágur framleiddur?
Heilivágurin er vanliga virkaður úr úrdráttum úr plantum ella úr pulvuriseraðum plantulutum. Heili­vágurin kann eisini hava sín upp­runa sum olja úr fiski ella dýrum.
Tað sermerkta við náttúru­lækna­heilivági er, at evnini oftast verða brúkt í somu konsentratión, sum tey eru í náttúruni.
Hesin heilivágur hevur altíð eitt loyvis­nummar í marknaðarføringini (MT-nummar) á pakkanum. Á henda hátt kunnu fólk skilja millum náttúru­læknaheilivág og eitt nú kost­ískoyti. Kelda: Sundhed.dk