Fleiri eru í arbeiði

Fyri fyrstu ferð í 42 mánaðir kann staðfestast, at tað eru fleiri løntakarar samanborið við sama mánað árið fyri. Tað vóru 23.153 løntakarar í januar 2012, sum er 18 fleiri enn í januar 2011. Vøksturin er 0.1prosent.

Tann lítla framgongdin er í fiski- og alivinnuni og í almennum tænastum. Hinvegin er framvegis minking í byggivinnuni, har nærum 2 prosent færri vóru til arbeiðis í januar.

Hetta upplýsir Hagstova Føroya.