Fleiri fólk enda í neyð í fjøllunum

Bjargingartyrlan er alsamt meira boðsendi

Talið á bjargingartúrum hjá Tyrlutænastuni er tvífaldað, frá at tyrlan varð boðsend umleið 50 ferðir um árið eftir fólki, sum vórðu komin í neyð, varð tyrlan boðsend næstan 100 ferðir í fjør. 

 

 

Tað veit Kringvarpið í dag. Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini hjá Atlantic Airways segði við útvarpið hjá Kringvarpinum fyrr í dag, at støðan ikki er haldbar, tí bara í ár hevur bjargingartyrlan verið átta ferðir eftir fólki, sum eru komin í neyð í fjøllunum. 

 

 

Hann vísir á, at ein skipan má gerast, so tað í størsta mun slepst undan at ringja eftir tyrluni eftir fólki, sum eru til gongu í fjøllunum og eru komin í neyð. Tað eru føroyingar og útlendingar, sum hava tørv á bjargingartyrluni, sigur Hans Erik Jacobsen við Kringvarpið.