Fleiri fólk, fleiri kappingar, fleiri krøv

Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, ivast ikki í, at Føroyar einaferð um nøkur ár fer at vera vertsland fyri oyggjaleikunum aftur. Men um Føroyar fara at fáa ein so einastandandi ítróttar miðdepil sum Beau Sejour her á Guernsey, veit hann ikki rættiliga at siga

Guernsey: Millum mongu føroysku ferðafólkini her á Guernsey er aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Petur Petersen. Vit hava tikið eitt prát við hann um oyggjaleikir og ítrótt.
? Eg ivist ikki í, at vit kunnu fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya um nøkur ár. Men tað krevur nógv, og longri vit bíða, meira verður at fyriskipa og størri verða krøvini, sigur Petur Petersen.
? Her hava tey gjørt nógv í sambandi við oyggjaleikirnar. Til dømis er tann stóri ítróttarmiðdepilin, Beau Sejour, umvældur fyri 90 milliónir pund, og tað er yvir 900 milliónir krónur.
? Tað er heldur ikki bara sum at siga tað, at fyriskipa ítrótt fyri yvir 2000 ítróttarfólk. Nógv sjálvboðið arbeiði skal til, og tað krevur ein ótrúligan stuðul frá tí lokala samfelagnum. Men tað er ikki ein ómøgulig uppgáva at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya, heldur aðalstjórin.

Størsta hending

Petur Petersen vísir á, at krøvini til allar kappingarnar gerast harðari og harðari, og longri tíð fer, hægri verða krøvini um Føroyar skulu skipa fyri oyggjaleikunum.
? Eisini Beau Sejour. Tað er lættari at hava ein ítróttarmiðdepil uppá handan mátan her, tá fólkið býr á einari oyggj og er savnað um St. Peter´s Port. Í Føroyum hevði tað verið verri, tí hvar skuldi ein slíkur miðdepil ligið?, spyr Petur Petersen.
? Nú er Vágoyggin bundin føst, og skjótt Norðoyggjar eisini, so eg haldi ikki, at tankin um ein ítróttarmiðdepil er utopiskur. Men tað er givið, at tað er dreymurin hjá einum og hvørjum oyggjasamfelag, at hava so góðar umstøður til ítrótt, sum tey hava við Beau Sejour. Oyggjaleikirnir eru eisini vorðnir til størstu ítróttarhending í Evropa í ár, so tað sigur rættiliga nógv.
Aðalstjórin heldur, at tað tekur góða konsentratión og ein má duga at síggja álvaran í uppgávuni.
Mentamálaráðið letur annars stuðul til ítróttaranlegg. Men fara oyggjaleikirnir nakrantíð at vera at síggja á løgtinsins fíggjarlóg?
? Onnur mugu taka stig til at fáa stuðul frá Mentamálaráðnum. Ítróttarfeløg ella lokal. Og um oyggjaleikir skulu fyriskipast, so eru tað nógv sum skal spæla væl saman. Kommunur, land og so víðari. Men eg eri ikki politikkari, so eg dugi ikki at svara uppá, um oyggjaleikirnir nakrantíð koma á fíggjarlógina.
Men kann man brúka ov nógvan pening uppá ítrótt og mentan?
? Um tú vilt hava eitt stutt svar, so er tað nei. Tað kann man ikki. Men tað er ikki nógvur peningur, sum Mentamálaráðið fær at luta út, og so verður alt lagt eftir, hvørji ítróttarlig, mentanarlig tiltøk og hvørjar byggingar eru á skránni, áðrenn pengarnir verða býttir út, sigur Petur Petersen.
? Nú hava vit eisini sett eina nevnd, sum skal gera eitt álit um ítrótt í Føroyum, tí vit hava mett, at ítróttin er so týdningarmikil og víttfevnandi, at hon skal hava eitt álit fyri seg.
Á oyggjaleikunum hevur aðalstjórin í Mentamálaráðnum annars gingið runt og hugt eftir ymsum ítróttargreinum.
? Harafturat havi eg roynt at fingið eitt sindur av mentanini við, og vitjað søvn og so víðari. Nú havi eg fingið eina nøkunlunda hóming av, hvussu tað er at skipa fyri oyggjaleikunum, men tað er verri enn so ikki fullfíggjað. Tað ber ikki til uppá so stutta tíð.
? Føroyar eru heldur ongin pinkutjóð í oyggjaleikahøpi, og endamálið við teimum má vera, at tú tekur lut og tú eisini skipar fyri. Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya, og teimum klára vit at skipa fyri. Tað er ongin grund til at halda seg aftur, tí tað gerst ikki lættari við at bíða, sigur Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum at enda.