Fleiri føroyingar upplýsa um inntøku frá Airbnb

Tvífalt so nógvir Airbnb útleigarar boða frá sínari leiguinntøku sum áður

Royndin hjá Taks at fáa føroyskar Airbnb útleigarar at uppgeva leiguinntøkurnar hevur eftir øllum at døma givið úrslit, tí tvífalt so nógvir útleigarar hava í 2018 givið leiguinntøkurnar upp til skattingar samanborið við í 2017.

Tað boðar Taks frá í dag.

Í krónum og oyrum merkir hetta, at uppgivnu inntøkurnar frá Airbnb útleigan eru øktar úr 10 milliónum upp í 19 milliónir krónur.

Sambært tølunum hjá Taks vóru 340 fólk, ið leigaðu út bústað í 2017, men einans 28% av teimum upplýstu um leiguinntøkuna. Taks fór í vár undir at senda sjálvsuppgávur til teirra, sum stovnurin veit hava útleigað umvegis Airbnb í 2018, og hetta hevur havt við sær eina munandi øking í uppgivnum leiguinntøkum. Av teimum 430 útleigarunum, sum nú eru, hava 53% givið leiguinntøku sína upp.

- Eg haldi, at Airbnb-átakið, sum vit gjørdu í vár, hevur riggað væl. Í tølunum síggja vit, at nógv gera rættari nú, og vit síggja týdningin av, at TAKS stuðlar fólki í at halda skyldur sínar og vegleiðir tey, hvussu tey skulu gera, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Taks væntar eisini, at framrokningarnar hjá stovninum fara at halda. Taks metti fyrr í ár, at leiguinntøkurnar frá Airbnb fóru at liggja um 21 milliónir krónur. Hóast inntøkurnar í løtuni liggja á 19 milliónum, so væntar Taks, at tá øll eftirlit er liðug seinni í ár, fara leiguinntøkurnar upp á 21 milliónir.

Samstundis boðar Taks frá, at teir Airbnb útleigarar, ið framvegis ikki hava latið inn sjálvsuppgávuna, fáa nú bræv frá Taks við mettari leiguinntøku og tilhoyrandi skattarokning.