Fleiri ferðafólk enn væntað

Danska flogfelagið DAT flutti væl fleiri ferðafólk millum Danmark og Føroyar um høgtíðina, enn væntað varð, tá tey gjørdu av at royna fúgvingina, sigur rutustjórin í felagnum. Fyribils heldur hann grundarlag vera fyri at royna aftur

Rutustjórin í Danska flogfelagnum Danish Air Transport, Bjarne Rasmussen, er væl nøgdur við royndirnar frá flúgvingin til Føroya um jólini og nýggjárið. Undirtøkan var so mikið góð, at hann heldur grundarlag vera fyri at taka flúgvingina uppaftur.
Seinasta flogfarið hjá DAT í hesum umfarinum fór úr Vágum annan nýggjársdag, sigur Bjani Rasmussen. Enn er ov tíðliga at siga nakað um endaliga úrslitið av hesi royndarflúgvingini.
Men tølini, tey hava fingið, vísa, at nógv fleiri ferðafólk enn væntað flugu við flogførum teirra hesar túrarnar, sigur hann.
?Vit høvdu tilsamans 800 setur tøk og settu okkum sum mál at fáa brúkt tey fýrahundrað. So hildu vit væl standa til. Men tá avtornaði høvdu fleiri enn 500 fólk ferðast aftur og fram við okkara flogførum. Og tað eru vit stak væl nøgd við, sigur hann.
Hendan fyrsta royndin hevur avgjørt økt um hugin at halda fram, sigur Bjarne Rasmussen.
?Tann stóri trupulleikin í hesum sambandinum er at fáa hendur á flogførum til slíka flúgving, sigur hann. Sum er hevur felagið ikki flogfør tøk til at seta í regluliga flúgving á Føroyarutuni. Tað verður so ikki fyrr enn í fyrsta lagi einaferð í mars, sigur rutustjórin hjá DAT.

Gera upp
Nú skal fyrst gerast upp eftir hesar túrarnar, sum flogið varð. Tað verður gjørt við at útgreina spurnarbløð, sum ferðafólkini fingu í flogfarinum og hava latið innaftur.
Tá Sosialurin tosaði við Bjarne Rasmussen beint eftir nýggjár, vóru ikki øll spurnarbløðini viðgjørd í telduskipanini, og tískil kundi hann ikki siga nakað endaligt um úrslitið.
Men hann visti tó at siga, at av teimum svarunum, sum viðgjørd vóru, vóru nógv tey flestu sera positiv. Og tað gevur avgjørt hug til at royna aftur, sigur hann.
Hann sigur, at sambært spurnarbløðunum er líkt til, at tað eru fólk, sum annars vanliga ikki ferðast loftvegis, sum hava ferðast við donsku flogførunum nú um høgtíðina. Nágreiniligu grundirnar til tað veit hann ikki at siga, men hevur sína hugsan um, at tað er øktu møguleikarnir at sleppa á flog, og teir eitt sindur lægri prísirnar, sum hava lokkað fólk út at ferðast um jólini.

Størri køka
Rutustjórin hjá DAT metir ikki, at tey hava tikið ferðafólk frá Atlantsflogi. Heldur hinvegin er talan um fólk, sum bara eru farin at ferðast, tí ein eyka møguleiki beyðst.
Hann vísir aftur til myndina, tey plaga at brúka, av køkuni, sum ikki skal skerast burturav, uttan heldur gerast størri, soleiðis at tann, sum áður hevði fingið ein bita, framhaldandi skal hava sín bita, hóast onkur annar eisini fær ein bita burturav.
?Tað tykist hava eydnast, sigur Bjarne Rasmussen. Og hóast teir sera bíligu ferðaseðlarnir, fólk tosaðu so nógv um, sum eisini vóru sera fáir, bert vóru galdandi úr Føroyum til Danmarkar, vísti tað seg, at tað var úr Danmark, tær nógvu bíleggingarnar komu. Ivaleyst frá fólki, sum í seinastu løtu gjørdu av at fara heim til Føroya at halda jól, og nú sluppu avstað, tí høvið beyðst. Tað prógvar so, sigur hann, at vit hava ikki tikið nakað frá Atlantsflogi. Heldur givið teimum, sum ikki sluppu við har, ein møguleika at sleppa heim at vitja familju á jólum.
Bjarne Rasmussen, rutustjóri hjá DAT, sigur, at ein túrur varð avlýstur fyri veður. Mett varð ikki, at lendingarlíkindi vóru í Vágum, tá flogfar teirra skuldi koma, og tí varð gjørt av at flyta øll ferðafólkini yvir í flogfarið hjá Atlantsflogi. Atlantsflog hevði eitt flogfari standani í Vágum, og eingin trupulleiki var at sleppa á flog. Tey, sum skuldu til Føroya við DAT flogfarinum, sluppu so eisini úr Kastrup við Atlantsflogi.
Hendan dagin skuldi DAT flogfarið fara til Ålborg. Og tí varð neyðugt at flyta ferðafólkini millum kastrup og Ålborg við SAS. Soleiðis komu tey, sum ætlaðu sær við DAT til og úr Føroyum, kortini fram sama dag, tey høvdu ferðaseðil til, vísir Bjarne Rasmussen á.