Húsar:
Sólarn sigur, at tað hava verið sera nógv ferðafólk í oynni hetta summarið, sum nú er í ferð við at lækka.
- Tað hava verið útlendsk, men sanniliga eisini mong føroysk ferðafólk, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tey útlendsku ferðafólkini sum oftast steðga ein dag í oynni. Tað vil siga, at tey koma um morgunin og fara avstað aftur um kvøldið. Tey flestu fara ein túr norður til Trøllanes og ganga síðani norður á Kallin.
Haraftur ímóti steðga tey føroysku ferðafólkini longri.
- Summi koma her og steðga eitt vikuskifti, meðan onnur steðga kanska einar fimm dagar ella eina viku, sigur Sólarn.
Tað koma føroyingar allastaðni frá í landinum, so tað er ikki bert talan um klaksvíkingar og kanska eysturoyingar, sum koma ein túr á Kalsoynna at halda frítíð.
Sólarn og Fríða Isaksen skiftast um at koyra bussin.
Umframt ta vanligu rutuna, koyra tey bæði hjúnini eisini leigutúrar og skúlabørn millum bygdirnar. Sólarn sigur, at beint nú koyrir hann bert børnini í Trøllanesi, sum nú eru farin aftur í skúla í Mikladali eftir at hava verið heima í eitt skúlaár, aftur og fram.
Av tí at rutan ikki passar so væl til skúlagongdina hjá børnunum, so koyrir hann leigutúr einar sjey tímar um vikuna við skúlabørnunum av Trøllanesi.
Vánaligir tunlar
Sólarn fílist á tunlarnar í oynni. Tað eru fýra tunlar. Tríggir eru millum Húsar og Mikladal og tann seinasti er so tunnilin millum Mikladal og Trøllanes.
- Teir eru stutt sagt í vánaligum standi, og treingja til at verða asfalteraðir, heldur Sólarn.
Og tað er sanniliga ikki ov nógv sagt, tí tað eru holur í vegnunum allan vegin í gjøgnum tunlarnar. Tað er líka tunnilin til Trøllanes, sum er á einari leið, men hann kundi eisini verið betur.
- Vit hava gjørt Landsverkfrøðingin varugan við trupulleikan. Teir siga bara ja, men tað hendir onki meira, sigur Sólarn, sum dagliga koyrir einar fimtan til tjúgu ferðir í gjøgnum tunlarnar.
- Tað er til at blíva svakur av til tíðir, sigur Sólarn Isaksen.
Eitt annað, sum ein eisini bítur merki í, tá ein koyrir gjøgnum tunlarnar er, at tað eru ongin endurskin ella skelti í tunlinum, sum kunnu lýsa eitt sindur upp ella vísa á, hvar víkiplássini eru. Tískil eru teir upp aftur myrkari at koyra í gjøgnum.
Harumframt eru fleiri av víkiplássunum eisini nærum full av óruddi. Tómar tunnur, sekkir av ymsum slag og amboð liggja í fleiri av víkiplássunum. Onkur kann kanska siga, at tað er ikki so nógv ferðsla í Kalsoynni, at tað er ein trupulleiki, at onkur av víkiplássunum eru full av ymsum óruddi, men tá tað eru víkipláss í einum tunli, so má ein kunna halda, at tey skulu kunna tæna teirra upprunaliga endamáli. Og tað gera tey í ein vissan mun ikki sum er.
Tað er ikki eingongd eitt skelti í tí norðasta tunlinum, sum sigur ferðandi frá, at tað ber til at sneiða av har og koyra til Djúpadal. Mitt í tí heila varnast ein bara, tá ein koyrir, at ein tunnil er út frá síðuni miðskeiðis í Trøllanestunlinum.
Hinvegin eru bussførarnir báðir sera fegin um tann nýggja vegin millum Húsar og Syðradal.
- Vegurin er avbera góður, og hann hevur stóran týdning fyri oynna, sigur Sólarn.
Nýggi vegurin gongur beinleiðis til keiina á Syðradali. Bygdin sjálv liggur langt oman fyri keiina, og áðrenn nýggja vegin var ongin vegur til keiina. Og av tí sama, so koyrdi bussurin ikki til Syðradals tá, men Barsskor sigldi so til Húsar eisini. Og sluppu ferðafólk so við bussinum harfrá.
Askham bussar
Tað er Olivur Askham úr Hvannasundi, sum umsitur allar bussrutu í Norðoyggjum. Og tað er ein bussur frá honum, sum Sólarn og Fríða koyra við til dagligt.
- Eg helt, at tað var betur at royna eitt samstarv við hann, heldur enn at vit fóru at bjóða hvør sær. Eg segði honum, hvat hetta bleiv mett at kosta, og so legði hann tað aftur at sínum egna og bjóðaði so upp á koyringina, sum tann einasti. Og fekk hann tað so sjálvandi.
Sólarn Isaksen gleðir seg til nýggja ferjuhavnin á Syðradali verður veruleiki.
- Tað fer ikki at verða tað sama ? serliga um bátur fylgir við. Tað vil siga, at um vit fáa ein bát at sigla fast yvir um fjørðin. Tað hevði verið avbera gott, sigur Sólarn.
Kalsoyingar halda, at ein ferja, sum Sam hevði egnað seg væl til siglingina um Kalsoyarfjørð.