Grønlands Turist- og Erhvervsråd í samarbeiði við føroyingum. Í strembanini eftir at fáa fleiri ferðafólk til Føroyar og Grønlands, samarbeiðir Grønlands Turist- og Erhvervsråd við føroyingar.
Í farnu viku vóru Grønlands Turist- og Erhvervsråd saman við Tórshavnar Havn, Runavíkar Havn, Klaksvíkar Havn, Green Gate, MB-Turist, Faroe Ship og Tor Shipping á søluferð í Keypmannahavn, har 8 stór europeisk feløg vóru boðin við.
Endamálið við túrinum var at kunna stóru europeisku feløgini um ferðamøguleikarnar í Norðuratlanshavinum, Malik Milfeldt frá GTE sigur við KNR, at væntandi koma fleiri ferðamannaskip komandi summar bæði til Føroyar og Grønlands.
Í stuttari viðmerking sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Havn, at teir áður hava verið slíkar túrar, hann sigur, at tað er gott at koma á tal við tey, sum ferðast í Norðuratlanshavinum, vit royna so at selja Føroyar sum best, sigur Jónsvein Lamhauge.