Fleiri ferðast til Suðuroynna

Suðuroyar Ferðavinnufelag staðfestir, at føroyingar ferðast meira til oynna nú, enn teir hava gjørt Eftir kommunuvalið í november 2008 varð nevndin í Suðuroyar Ferðavinnufelag vald av nýggjum. Tvey nýggj umboð vóru vald í nevndina og eru hesi Arni Nielsen úr Fámjin og Eyðbjørn Thomsen úr Sumba. Hinir limirnir eru teir somu sum áður, nevniliga: Tórfinn Smith fyri Vágs Kommunu, Mortan Holm fyri Porkeris Kommunu, Niels Hammer fyri Hovs Kommunu, Jonny Dimon fyri Tvøroyrar kommunu og Áki Bertholdsen er fyri Hvalbiar Kommunu.

Suðuroyar Ferðavinnufelag hevði aðalfund hin 1. Apríl 2009, har nýggja nevndin tók við. Á aðalfundinum møttu allir nevndarlimirnir, borgarstjórarnir ella varaborgarstjórarnir í Suðuroynni, ferðavinnusamskiparin og kunningarleiðararnir. Nevndin hevur síðan skipað seg av nýggjum við Tórfinni Smith sum formanni.

Suðuroyar Ferðavinnufelag boðar frá, at hóast útlitini innan ferðavinnuna hava ljóða døpur í fjølmiðlunum í seinastuni, so hava suðringar ikki upplivað niðurgongd men tvørturímóti sæð ein vøkstur í talinum av ferðafólki til Suðuroyar. Bæði innan tað kommunalu og tað privatu ferðavinnuna verður arbeitt við at menna nýggj tilboðog at marknaðarføra hesi. Tað eru serliga føroyingar, sum í hesum døgum ferðast til Suðuroynna, tað sær út til, at føroyingar eru farnir at ferðast meira í egnum landi. Kunningarstovurnar í Suðuroynni lata eisini væl at viðvíkjandi fyrispurningum frá útlendingum, tær hava fingið bíleggingar av summarhúsum ymiskir fyrispurningar frá fleiri ymiskum londum.