Tað hevur verið fitt av fólki í býnum í nátt, og fleiri ferðir var boð eftir løgregluni.
Seint í gjárkvøldið sá løgreglan, at ein bilførari koyrdi ígjøgnum ljóskurvuna í Steinatúni, hóast hann hevði reytt ljós, og skuldi havt bíða.
Løgreglan tók bilførararan, og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið
Annars varð løgreglan eisini boðsend, tí at menn vóru farnir til hendur uttanfyri Løgtingið, men tað hevði javnað seg aftur, tá ið løgreglan kom á staðið. Somuleiðis varð ringt eftir løgregluni um hjálp tí fólk vóru farin til hendurst uttanfyri eitt dansistað í Havn, men har sissaðust partarnir aftur.
Hinvegin ringdi ein maður til løgregluna og meldaði ein annan, navngivnan mann fyri harðskap ímóti honum.
Løgreglan sigur, at tað málið verður tikið upp aftur í dag, og tí er ikki vist um nakar verður skuldsettur fyri harðskap.
Annars kom løgreglan ófráboðað á gátt hjá at kalla øllum skeinkistøðum í Havn, og í Norðstreymoy í nátt, at kanna eftir um øll viðurskifti vóru eftir forskriftunum.
Og tað var tað, sigur løgreglan.
Í hesum sambandi verður hugt eftir um fleiri fólk eru inni enn tað, tey hava loyvi at hava inni, hugt verður eftir um skonkt verður fyri fólki, sum eru ov drukkin, ella eru ov ung. Tað verður eisini hugt eftir, at skelti, rýmingarvegir, og annað, er eftir forskriftunum.