Fleiri ferðsluóhapp hava verið í hálkuni – og eitt herverk

Í gjár fekk løgreglan boð um at ein maður var at síggja til gongu í Eysturoyartunlinum. Av trygdarávum er tað ólógligt at ganga, og súkkla ígjøgnum Eysturoyartunlinum og tí fór løgreglan eftir manninun. Hann var tikin upp í bilin og koyrdir út um, men hann kann eisini vænta sær eina bót fyri at vera farin til gongu ígjøgnum tunnilin.

 

Tað varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur, sum stóð parkeraður í Havn, hevði verið fyri herverki. Ein rútur var brotin og ymiskt inni í bilinum var eisini oyðilagt, men tað er ógreitt um nakað er stolið. Løgreglan hevur eina góða ábending um, hvør herverksmaðurin er, tí hann var so óheppin at hann misti eitt samleikaprógv við bilin.

 

Annars hevur tað verið hált og kavi í gjár, og í nátt, og løgreglan sigur, at tað eru fleiri óhapp hend. Ein bilur fór út av við Norðoyatunnilin og hann bóltaði runt. Eitt fólk varð í bilinum og sjúkrabilur varð sendur á staðið. Men førarin slapp óskalaður frá óhappinum.

 

Tað var heldur eingin fólkaskaði í hinum ferðsluóhappunum, sum hava verið. Ein bilur fór eisini á glið í eini brekku í Havn. Ein bilførari fór niðan ígjøgnum eina brekku, men bilurin fór á glið, eftir reyv, og í ein garð.