Tey, sum hava stóran áhuga fyri fimleiki, kunnu næstu tíðina uppliva einar 2.600 fimleikarar, tí tey trý stóru fimleikafeløgini hava í hesum døgum framsýningar. Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag senda sínar virknu limir út á gólvini, har tey vísa síni bestu kynstur.
Árligu framsýningarnar hjá Støkk byrjaðu longu í gjárkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík, tá tey yngstu vóru í gongd, og í morgin klokkan 17 og sunnudagin klokkan 15 hevur Støkk aftur framsýningar, ið fevna um eina blandaða skrá av teimum, sum eru í skúlaaldri og eldri. Talan er somuleiðis um bæði amboðsfimleik og estetiskan fimleik, ið kann síggjast.
Somuleiðis hevur fimleikafelagið Ljósið í Havn sínar árligu framsýningar um vikuskiftið, og er talan um tvær sýningar í morgin. Tey yngru liðini fara í gongd klokkan 14, og so eru tað tey eldru liðini, ið standa fyri tørni á seinnu framsýningini, ið byrjar klokkan 17.
Havnar Fimleikafelag hevur longu havt eina amboðsframsýning í Fimi, men annars verða árligu framsýningarnar leygardagin 9. og mánadagin 11. apríl. Tó ber til at uppliva fimleikarar frá landsins størsta felag, tí Havnar Fimleikafelag hevur framsýning í Vestmanna í morgin frá klokkan 19 til 21.
Ikki er yvir at dylja, at hóast fimleikararnir eru nógvir í tali, so er geografiska spreiðingin ikki so stór, tí mesti fimleikurin í Føroyum er í Havn, Eysturoynni og Klaksvík, meðan onnur øki í landinum eru mestsum deyð í fimleikahøpi. At eitt felag tí fer út í okkurt av teimum økjunum at sýna fram, kann kanska kveikja áhugan.