Fjórði FM róðurin í hesum kappingarárinum er á skránni seinnapartin í dag. Tað verður kappast á sundalagsstevnuni, sum í ár er í Kollafirði. Um veðurtíðindini eru álítandi, so fara tað eisini hesa ferð at vera góð róðrarlíkindi ? akkurát sum tey hava verið góð í teimum trimum kappingunum, sum longu hava verið.
Sundalagsstevnan er í Kollafirði triðja hvørt ár. Tá kappróðurin var í Kollafirði í 1997 stóðst ikki so lítið av øsing og ósemju burturúr. Tá 10?mannaførini róðu vann Havnarbáturin í fyrstu syftu, men tað varð kæt um róðurin, og í umróðrinum var Vestmenningur bestur. Havnarbáturin vann næsta róðurin, sum var á vestanstevnu í Sørvági, men vestmenningar vóru fremstir á ólavsøku og vunnu FM. Í 1998 og í 1999 vann Eysturoyingurin allar róðrarnar, og í ár hevur Nólsoyingurin vunnið tvær ferðir og Vestmenningurin eina ferð.
Einki er at ivast í, at tað er mest spenningur um 10?mannafararóðurin seinnapartin í dag. Í Vági síðsta leygardag var so at siga eingin munur millum tríggjar teir fremstu bátarnar, og sjálvt um Eysturoyingur endaði á fjórða plássinum, so eigur at verða lagt til merkis, at tað vóru bara tvey sekund frá fremstu bátunum og aftur til FM vinnararnar tey bæði seinastu árini.
Í Vági róðu 10?mannaførini eitt túsund metrar. Á Kollafirði er málið hjá 10?mannaførunum tvey túsund metrar, og tað ger kappingina ikki minni spennandi.
Áminningin
Í fýra kappingum verður FM kappingin næstan avgjørd, um somu bátarnir vinna í dag, sum hava vunnið higartil í ár. Talan er um um genturnar umborð á Frúnni, kvinnurnar umborð á Jarnbardi, dreingirnar á Tjaldrinum og Argjabátin.
Tað er ilt at fáa eyga á nakra hóttan til hesar bátarnar, men tað er meiri enn so komið fyri áður, at ein manning, sum hevur verið sera sannførandi, hevur kiksað í einum róðri.
1991 er eitt gott dømi um hetta. Tað árið vóru kvinnurnar umborð á Jarnbardi so sannførandi, sum tær hava verið higartil í ár. Tær vunnu FM, men tær snávaðu í einum róðri, og tað var júst á Kollafirði, tá tær vórðu næstfremstar.
Kvinnuróðurin tað árið vann Norðurstovudánjal, sum var úr Sørvági. Vit hava skilt, at tann báturin er ikki til longur. Hann varð keyptur til Esbjerg, og sigst nú vera fyribeindur.
Dreingirnir á Tjaldrinum vóru so sannførandi í 1991, sum teir hava verið higartil í ár. Teir vunnu fimm róðrar og gjørdust meistarar, men teir kiksaðu í einum róðri. Á varmakeldu í Fuglafirði endaðu teir a fjórða plássi.
Munurin millum genturnar umborð á Frúnni og hinar bátarnar er ikki øktur tær seinastu ferðirnar, og seinnapartin í dag fæst at síggja, um Ørnin, Havfrúgvin, Drekin ella Tjaldrið fer at megna at gera nakað við bátin hjá miðvingum.
At nakar skal skala Argjabátin tykist rættuliga óhugsandi.
Matrikulsstovan hevur mált upp
Eftir róðurin í Vági hava fleiri havt á orði, at tað kennist trupult at fylgja við í kappróðrinum, tá málið ? sæð frá har sum áskoðararnir standa og fylgja við ? vísir so skeivt. Í hentu kappróðrarskránni, sum RSF undan norðoyarstevnu gav út, er yvirlit yvir allar róðrarteinarnar.
Sambært tí yvirlitinum vísir málið í Kollafirði meiri skeivt hjá teimum, sum standa á havnarlagnum og fylgja við, enn tað ger í Vági.
? Vit hava hoyrt, at tað verður tosað um handa spurningin, men hatta er ikki nakað, sum vit hava so nógv við at gera. Matrikulstovan hevur mált málini upp. Teir eru trygdin hjá okkum fyri, at alt gongur rætt fyri seg hasum viðvíkjandi, og vit síggja onga orsøk til at ivast í teirra arbeiði, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF.
Í Vági tóktist vísningurin at vera soleiðis, at norðastu bátarnir, sum vóru næstir áskoðarunum, sóust at vera aftari, enn teir í veruleikanum vóru. Í Kollafirði er málið mált soleiðis upp, at hjá teimum, sum fara at fylgja við á havnarlagnum, fer tað at tykjast sum at norðastu bátarnir verða fremri, enn teir í veruleikanum fara at vera.
Hannis Joensen vísir á ein trupulleika, ið bátarnir, sum liggja norðast á Kollafirði aftur og aftur hava givið sær sjálvum:
? Royndirnar siga okkum, at bátarnir stýra ov nogv í bakborð, tá teir rógva ði Kollafirði. Tað tykist sum um teir eru so fokuseraðir upp á at koma inn undir havnarlagið. Málið er mitt úti á fjørðinum, tá tað verður róð eitt túsund og 1500 metrar. Tá 10?mannaførini rógva, er startmálið undir syðra landinum.. Um bátarnir stýrra í bakborð í staðin fyri at halda seg til sín geira, so rógva teir ein longri tein, enn tann, sum teir skulu rógva, minnir Hannis Joensen á.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm