Nú klokkan 19.45 var fyrsta bríksl á Stade de l'Épopée-Calais í Fraklandi, har Frakland og Føroyar spæla U-21 EM undankappingardyst.
Frakland er stórfavorittur, men dysturin verður spældur í skugganum av, at Føroyar 6. september í fjør megnaðu 1-1 á heimavølli ímóti Fraklandi. Tað var ta ferðina, tá ið Steffan A. Løkin skoraði føroyska málið.
Steffan A. Løkin er fremsti maður hjá føroyingum í kvøld. Sammett við dystinum fyri einum hálvur ári síðani eru tríggjar broytingar á føroyska liðnum: Noah Mneney, sum er leikbannaður, Sjúrður Pauli Nielsen og Andrass Johansen, sum er smáskaddur, eru ikki við. Í teirra stað eru Hanus Sørensen, Magnus Holm Jacobsen og Ragnar Skála.
Føroyar spæla í kvøld á óvanliga longum og breiðum vølli.
Tað ber til at fylgja dystinum á hesi leinkjum
Frakland – Føroyar kl. 19.45
U-21 EM undankapping
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Áki Johannesen, Børge Petersen, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Ragnar Skála, Lukas Giessing – Stefan Radosavljevic – Steffan A. Løkin
Á beinkinum: Jóannes E. Davidsen, Bjarti V. Mørk, Martin Agnarsson, Gullbrandur Øregaard, Jonn Johannesen, Áki D. Samuelsen, Elias Rusborg, Andras Johansen, Jørgen Nielsen
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Atli Gregersen
Málmansvenjari: Rúni Klein Joensen