Fleiri fólk skotin í París

Skot eru latin av og spreingingar hava verið

Fleiri fólk eru skotin og onnur eru særd í eini atsókn í franska høvuðsstaðnum, París, í kvøld

Útlendskir miðlar skriva, at byrsumenn hava latið skot av minst tvær staðni í parís, skotið og higartil er upplýst at fýra fólk eru deyð.

 

Tað ljóðar eisini, at ein bumba er brostin í einum skeinkistaðið beint við franska tjóðleikvøllin, Stade de France, har Frakland og Týskland spæla vinadyst. Franski forsetin, Francois Hollande, hugdi at dystinum, men hann var fluttur av vøllinum í skundi.

 

Ein tíðindamaður hjá BBC sigur, at hann hevur sæð 10 fólk við vegjaðarin, antin deyð, ella álvarsliga særd og sagt verður, at skot verða framvegis latin av.

 

Løgreglan er hevur avbyrgt økið, har álopini hava verið, men meiri er ikki at frætta úr París beint nú og tað er óvist, um hendingarnar hava samband við hvørja aðra.