Fleiri hava kós uttanlands

Spenningurin um DM er burtur. Um tað aftur skal gerast spennandi, so skal Brøndby missa alt í fýra umførum, tá ið kappingarneytarnir samstundis skulu fáa fult

SUPERLIGAN

Sunnudagin varð punktum sett fyri heystarhálvuni í donsku landskappingini. Átjan av teimum 33 umførunum eru avgreidd. 19. umfarið verður sunnudagin 13. mars. Í vetrarsteðginum tykist spenningurin um, hvør verður meistari, at vera lítil og eingin. Brøndby er tíggju stig frammanfyri FCM, sum er næstfremst, og teir eru sekstan stig frammanfyri meistaraliðið tvey tey seinastu árini, FCK, sum av Brøndby venjaranum, Michael Laudrup, higartil hevur verið roknað sum størsti kappingarneytin um DM.
Hóast Brøndby síðsta kappingarár misti stóra leiðslu, og FCK gjørdist meistari, so tykist møguleikin fyri endurtøku at vera lítil og eingin. Brøndby hevur ment seg nógv, og FCK tykist ikki hava styrkina, sum teir høvdu í vár. Í 19. umfarinum skal Brøndby spæla á heimavølli móti AaB, og FCK skal spæla á heimavølli móti FCM. Í løtuni tykist tað meiri sannlíkt, at munurin millum tey bæði stóru feløgini í høvuðsstaðnum fer at verða størri eftir 19. umfarið, enn at hann fer at verða minni, enn hann er nú.
Í vikuskiftinum dragnaði tað uppaftur meiri millum Brøndby og FCK. Leygardagin var FCK í Esbjerg. Todi Jónsson verður framvegis ikki mettur at vera nóg væl fyri at taka lut í superliguni. Hann var eftir í Keypmannahavn. Liðfelagarnir fingu eitt stig burturúr. Soleiðis sum tað lagaði seg í Esbjerg, kunnu teir í FCK ikki vera annað enn fegnir um 1-1. Esbjerg legði seg stutt undan steðginum á odda eftir frágera gott álop. Høgri vongverjin, Ole Tobiasen, javnaði fyri FCK í 2. hálvleiki.
FCK venjarin, Hans Backe, staðfesti sunnukvøldið, at fleiri av lyklaspælarunum síðsta kappingarár ikki hava rokkið støðinum, sum teir áður hava víst. Millum hesar nevndi hann fyrst og fremst Zuma og eisini Álvaro Santos, sum tó hevur verið nógv skaðaplágaður.
Brøndby spældi einki serligt sunnudagin, tá ið teir vóru í Herfølge og á gamla heimavøllinum hjá John Faxe Jensen, sum fyri gott og væl fýra árum síðani var oddamaður, tá ið Herfølge við Jákupi Mikklesen millum stólparnar vann DM.
Í fótbóltshøpi eru fýra ár long tíð. Herfølge hevur verið í næstbestu deildini og vent. Í løtuni eru teir aftastir í superliguni. Nýggj niðurflyting lúrir. Sunnudagin vóru teir í Herfølge óførir og ágangandi. Teir løgdu oddaliðið undir trýst, men kortini vann Brøndby. Úrslitið var 2-1. Svenski Johan Elmander skoraði bæði Brøndby málini. Eftir trilvandi byrjan er hann nú vorðin sannur gullfuglur í Brøndby.
FCM er framvegis næstfremst. Hesa ferð vunnu teir á heimavøllinum, SAS arenuni, 2-1 á Randers, sum eftir eina viku omanfyri niðurflytingarstrikuna, nú aftur er næstniðast. Úrslitið var merkisvert á tann hátt, at hetta var sekstanda ferðin, at FCM spældi landskappingardyst á nýggja heimavøllinum, og at tað ikki enn er komið fyri, at teir eru farnir tómhentir av nýggja grasvøllinum.
Leygardagin var OB, sum er á triðja plássinum, í Aalborg. Úrslitið var 1-1, eftir at AaB leingi hevði verið á odda. Tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir, misti OB ein mann, men kortini megnaðu teir at javna, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Mesta tosið eftir dystin stóðst av, at løgreglan í Aalborg syrgdi fyri, at viðhaldsfólkini hjá OB ikki fingu høvi at fara inn í miðbýin undan dystarbyrjan. Løgreglan segði seg óðra ilt og rokna við nógvum rumbli. Tað vóru gestirnir úr Odense ikki glaðir fyri at hoyra.
Hjá AGF var tað stórt vónbrot, at teir á heimavølli taptu 3-1 móti Silkeborg. Tá ið støðan var 2-0, misnýtti Stig Tøfting brotsspark. Hann helt sjálvur eftir dystarenda, at hansara lið hevði havt vunnið, um hann hevði havt skorað úr ellivu metrum. Úrslitið bar við sær, at Silkeborg, sum alt kappingarárið hevur riðið um niðurflytingarstrikuna, nú er sjey stig omanfyri strikuna. Talan var um fínan endaspurt undan vetrarsteðginum. Hóskvøldið fingu teir trý stig á heimavølli móti FCN, og nú fingu teir aftur fult.
Um Viborg hevði havt fingið góða úrtøku móti botnliðunum, so høvdu teir verið klárt nummar tvey í landskappingini. Felagið, sum John Petersen nú venur í, hevur staðið seg illa móti botnliðunum, og sunnudagurin var einki undantak. Teir vóru í Farum, har heimaliðið vann 3-2. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, var Viborg á odda 2-1, men so skoraði FCN tvær ferðir. Harvið lyftu teir sær akkurát uppum niðurflytingarstrikuna. Hetta var fyrsta ferðin í tólv dystum, at FCN fekk fulla úrtøku.

Fleiri á veg uttanlands
Stóri spurningurin í donskum fótbólti er í løtuni, hvussu nógvir og hvørjir av bestu spælarunum í superliguni fara at verða seldir til útlendsk feløg í vetrarsteðginum. Í januar verður aftur loyvt at keypa og selja spælarar. Í Danmark verður mett, at tað er sannlíkt, at tríggir og kanska fýra spælarar kunnu fara uttanlands heilt skjótt. Talan er um AaB málverjan, Jimmy Nielsen, AGF verjuspælaran Leon Andreasen, FCM álopsspælaran Mohammed Zidan og Brøndby álopsspælaran Johan Elmander.
Stórur áhugi sigst vera fyri tí síðst nevnda í Týsklandi. Brøndby keypti hann í summar fyri 4,5 milliónir krónur, og tað verður mett, at teir kunnu fáa mangt slíkt fyri hann. Men bæði spælarin sjálvur og felagið staðfesta, at talan verður ikki um søluprát fyrrenn í summar.
Jimmy Nielsen stendur í boði at royndarvenja í Onglandi. Spælarin er áhugaður í at sleppa uttanlands, og felagið hjá honum er áhugað í at selja, tí teimum restar pengar. Men talan verður ikki um, at AaB málverjin skal renna frá felagi og til felag og royndarvenja. Tað heldur hann seg vera og gamlan og royndan til.
Fleiri týsk feløg sigast vera áhugað í Leon Andreasen. Áhugin fyri Mohammed Zidan, um í síðstu viku varð kosin besti spælarin í superliguni í heyst - hann varð eisini kosin at vera bestur undan summarsteðginum - er stórur, og tað er møguleiki fyri, at hann fer at verða seldur til okkurt stórt felag. Men tað kann eisini hugsast, at tað fer at ganga, sum tað gjørdi hjá Zuma. Áhugin fyri honum segðist í síni tíð at vera stórur, men tá ið tað kom til stykkis, var eingin áhugaður í at gera álvara av at keypa, og nú bendir lítið á, at dreymurin hjá Zuma og FCK um at fáa nógvar pengar burturúr fer at gerast til veruleika.