Fleiri hundrað munkar tiknir

Løgreglan og trygdardeildir í Myanmar hava kringsett fleiri kleystur í morgun fyri at forða fyri fleiri mótmælisgongum TTíðliga í morgun kringsettu løgreglumenn og trygdardeildir fleiri kleystur. Sagt verður, at umleið 600 munkar eru avbyrgdir í teimum báðum kleystrunum.

Franska tíðindastovan AFP skrivar frá eygnavitnum, at fleiri rútar í kleystrunum eru brotnir, og at tóm patrónhylki sløðast uttanfyri.

Átøkini hjá myndugleikunum hava til endamáls at steðga mótmælisgongunum, sum munkarnir hava skipað fyri teir seinastu dagarnar.

Í gjár doyðu minst fýra fólk í samanbrestum millum mótmælisgólk og løgregluna. Tvey av teimum, sum lógu eftirá, vóru munkar. CNN sigur seg hava fingið at vita, at fólk ætla sær aftur at mótmæla hernaðarstýrinum í dag.