Hesa síðstu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at taka nummarpláturnar av bilum.
Tað hendir eftir at Akstovan hevur latið teimum ein lista við 581 bilum, har eigarin ikki hevði goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.
Og tað hava nógvir bileigarar í Klaksvík merkt sviðan av í morgun.
Í nátt hevur løgreglan nevniliga verið eina rættiliga rundferð í Klaksvík við skrúvublaðnum, og í hesum sambandi hava tey skrúvað pláturnar av ikki færri enn 23 bilum.
So tað eru nógvir bileigarar, sum hava verið noyddir at lata bilin standa í morgun.
Løgreglan tók eisini pláturnar av seks bilum í Havn í nátt. Sostatt hava næstan 70 bilar mist nummarpláturnar hesar seinastu næturnar.