Í 2018 var miðalferðslan í Vágatunlinum 2.457 akfør um døgnið, sambært tunnil.fo. Samlaða ferðslan í Vágatunlinum var 896.864 akfør í 2018 í mun til 2017, tá talið var 839.750 akfør. Hetta eru 57.114 akfør fleiri enn árið fyri, sum svarar til eina øking á 6,8 prosent.
Í Norðoyatunlinum var miðalferðslan 3.337 akførum døgnið í 2018. Í alt koyrdu 1.217.826 akfør gjøgnum Norðoyatunnilin hetta árið. Hetta er eisini ein øking samanborið við 2017, tá talið var 1.138.369. Her er talan um eina øking á 7,0 prosent svarandi til 79.457 akfør.
Um mann leggur tølini fyri Norðoyatunnilin og Vágatunnilin saman, kann sigast, at tilsamans koyrdu 2.114.690 akfør í teimum báðum føroysku undirsjóvartunlunum í 2018.