Fleiri kvinnur eru nú í viðgerð fyri rúsevnistrupulleikar, og alt fleiri yngri fólk leita sær hjálp fyri misbrúk av rúsdrekka og rúsevnum, vísa hagtøl hjá Bláa Krossi Tey flestu, sum eru í viðgerð á Blákrossheiminum, eru ímillum 30-60 ára gomul. Tó er ein stór broyting hend í 2008, sigur Blái Krossur.
- Heili 10% av teimum, sum vóru í viðgerð, vóru yngri enn 30 ár. Hesin aldursbólkur hevur annars ligið um 2?4% undanfarin ár. Hetta boðar frá broytingum í misnýtslumynstrinum hjá teimum ungu. Tey ungu nýta í størri mun sterkaru rúsevni, sum til dømis hassj, amfetamin, kokain og onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka. Hetta ger, at tað er truplari at fáast við og tekur longri tíð at viðgera, sigur Blái Krossur.
Rúsdrekka er enn tann størsti trupulleikin, sum fólk koma í viðgerð fyri á Blákrossheiminum. Tað kemur mestsum ikki fyri, at nakar er í viðgerð, sum bert hevur nýtt hassj og narkotisk evni, men rúsdrekka er altíð ein partur av misnýtsluni.
Ein orsøk, at næstan eingin einans nýtir eitt nú hassj ella onnur narkotisk evni í Føroyum, er helst tann, at tilgongdin av rúsevnum ikki er jøvn. Talan er helst um eitt serføroyskt fyribrigdi, ið stendst av væntandi rávørutilgongd á rúsevnisøkinum, heldur Blái Krossur.
Fleiri og fleiri kvinnur koma í viðgerð. Í 2008 var talið 23%, og er hetta tað hægsta nakrantíð. Broytingin ber helst boð um broytingar í misnýtslumynstrinum. Ein onnur orsøk kann vera, at tað er blivið meira vanligt hjá kvinnum at leita sær hjálp fyri rúsevnistrupulleikar, sigur Blái Krossur.