Fiskivinna
Líkt er til, at Fiskavirking í Miðvági er væl við í kappingini um hýsuna í løtuni.
Leygardagin landaði línuskipið, Mascot, 20.000-22.000 pund av hýsu í Miðvági. Teir høvdu roynt stutt og høvdu eisini annan fisk, eitt nú tosk. Mascot fór útaftur við restini av fiskinum, teir høvdu inni, og ætlaðu at royna nakrar dagar aftrat.
Mánadagin arbeiddi Fiskavirking í Miðvági hýsuna hjá Mascot og nakað av útróðrarfiski, sum virkið keypti á uppboðssøluni í Sørvági.
Tá ið Sosialurin frætti úr Miðvági, væntaðu tey tveir línubátar hjá Árna Dam seinni um kvøldið ella út á náttina.
Mikudagin kemur línuskipið, Venus, væntandi inn at landa. Teir hava verið stutt úti, og virkið í Miðvági keypir bara hýsuna.
Verkfallið
Nú verkfall er, fær Fiskavirking í Miðvági ikki keypt fisk á gólvinum, tí eingin flutningur er um Vestmannasund. Heldur ikki slepst av við lidnu vøruna, tí einki farmaskip siglir úr Vágunum.
Kári á Presttrøðni, landingarformaður, sigur, at avskipingin ikki er nakar trupulleiki beint nú, tí øll framleiðslan á virkinum fer til frystingar.
- Vit kunnu klára okkum uttan avskiping í ein mánaða ella so. Men verður verkfallið drúgt, verður plásstrot, um eingin avskiping verður, sigur hann.