Fleiri landa næstu vikuna

Sambært Fiskamarknaði Føroya, so eru trý línuskip í løtuni undir Íslandi og tvey undir Føroyum. Eitt er ávegis til Flemish Kap. Vantandi fara nøkur línuskip út um vikuskiftið, bæði til Ísland og undir Føroyar. Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, brosmu og so nakað av longu, svartkalva og hýsu.

– Vit vanta, at eitt línuskip landar mánadagin og kanska eitt seinni í vikuni. Línuskipini undir Føroyum fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu. Møguliga landar onkur seint í vikuni, sigur Fiskamarknaðurin í metingini fyri næstu vikuna.  

Streymurin verður harður í vikuni, men veðrið verður gott, so tey á Fiskamarknaðinum vanta nakað av útróðri í vikuni. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Onkur er eisini, sum roynur eftir kalva.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska á djúpum. Teir fiska ein blanding av svartkalva og upsa og landa teir helst síðst í vikuni. Tríggjr hava nýliga landað og fara helst út um vikuskiftið. Tveir aðrir fiska eisini svartkalva, men teir frysta umborð.  

Nú eru teir flestu partrolarirnir farnar at fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Landa sum vikan líður. Eitt par fiskar gulllaks og eitt fiskar makrel.

Allir trolbátarnir liggja inni og fara neyvan út í vikuni.

Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskaríið er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya í metingini um tilfeingið komandi vikuna.