Fleiri línumenn farnir í summarfrí

Manningarnar á fleiri línuskipum eru farnar í summarfrí, men enn eru nøkur skip til fiskiskap.

Manningarnar á fleiri línuskipum eru farnar í summarfrí, men enn eru nøkur skip til fiskiskap.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tvey skip koma inn at landa mánadagin, og eitt kemur mikudagin. Hvussu verður við hinum báðum línuskipunum, sum eru á ísfiski, er í løtuni óvist.

 

- Tey koma helst inn at landa síðst í vikuni sum kemur - ella bíða tey til eftir ólavsøku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey línuskip, sum frysta veiðina umborð, eisini eru til fiskaskap, og hesi bæði koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur.

 

Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður, og tí er væntandi, at eitt sløð verður av útróðrarfiski í næstu viku.

 

- Flestu útróðrarbátar fiska tosk, hýsu, hvíting, longu - og onkur fiskar kalva, sigur marknaðurin.