Fleiri lond, teirra millum Danmark, heita á borgarar sínar um at fara úr Ukraina.
Sambært USA er stórur vandi fyri, at Russland fer at gera innrás í landið »nær tað skal vera«.
Russlandi hevur savnað fleiri enn 100.000 hermenn við markið til Ukraina, men vísir samstundis aftur, at landið hevur ætlan um at gera innrás.
Hesi lond heita á borgarar sínar um at fara úr Ukraina:
* USA
Trygdarráðgevin, Jake Sullivan, segði í gjár, at amerikanskir ríkisborgarar ikki kunnu rokna við hjálp frá herinum, um teir vera verandi í landinum. Borgarar eiga tí at fara úr landinum innan 48 tímar, segði Sullivan.
– Vit síggja alsamt tekin um, at russar tilbúgva seg, koma við nýggjum herdeildum til ukrainska markið.
– Vit eru komin har til, at ein innrás kann vera nær sum helst, segði amerikanski trygdarráðgevin.
Lesið eisini: H71 til Ukraina: Bíða eftir boðum úr hægri stað
* Danmark:
Í gjár broytti Uttanríkisráðið ferðavegleiðingina fyri Ukraina. Mælt verður frá øllum ferðum til landið. Á einum stuttum tíðindafundi segði Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri:
– Økta russiska virksemið og hóttanir avspegla eina álvarsama støðu í Ukraina.
* Noreg:
Spenta støðan í Ukraina fekk norsku myndugleikarnar til at mæla frá øllum ferðum til Ukraina í gjárkvøldið. Tí verður heitt á allar norðmenn, sum eru í Russlandi, til at halda segð 250 kilometrar frá ukrainska markinum.
* Holland:
Hollendski sendiharrin í Ukraina heitti seinnapartin í gjár á borgarar um skjótast at leita sær úr Ukraina vegna hernaðarliga vandan.
* Bretland:
Bretska stjórnin upplýsti í gjár, at hon mælir frá øllum ferðum til Ukraina og heitir á borgarar íi landinum um at leita sær burtur. Samstundis tók Bretlandi fleiri starvsfólk av sendistovuni í Kiev heim.
* Avstralia:
Avstralskir ríkisborgarar í Ukraina eiga at fara av landinum skjótast gjørligt, tá støðan gerst alsamt vandamiklari, segði avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison, leygarnáttina.
* New Zealand:
Newzealendska uttanríkisráðið heitti í nátt okkara tíð á sínar borgarar um alt fyri eitt at fara úr Ukraina.
– Trygdarstøðan í Ukrain kann broytast ógvuliga skjótt, og newzealendingar eiga ikki at kenna seg vísar i at vera fluttir av landinum undir hesum umstøðum, segði ráðið.
* Onnur lond, sum heita á borgarar um at fara úr Ukraina:
Japan og Letland.
Kelde: Reuters.
/ritzau/