Fleiri lond ávara um nógvan hita

Veðurtænasturnar í fleiri evropeiskum londum ávara nú fólkið um, at tað kann blíva óvanliga heitt í hesum døgum. Í gjár komu hitamátararnir í Spania upp á 43 stig, og í Fraklandi og Belgia fór hitin upp um 30 stig nógvastaðni.

Í dag er uppaftur heitari. Í Fraklandi, Italia, Sveis, Belgia, Niðurlondum og Týsklandi liggur hitin millum 30 og 35 stig, og í øllum hesum londunum hava veðurtænasturnar sent út ávaring um óvanligan hita. Samstundis fólk fólk boð um at drekka nógv vatn og at vera í skugganum, tá tað ber til. Harafturat fáa eldri fólk og fólk, sum hava trupulleikar við blóðrenslinum, boð um at vera varin.

Hitin er eisini komin til Danmarkar, og veðurmenninir hava sagt frá upp ímóti 30 stigum. Beint sunnan fyri týska markið hevur týska veðurtænastan boðað frá hita upp í 32 stig seinnapartin.