Undir flaggdagskoyringini hjá Føroya Ellisakførum í Havn vóru fleiri »nýggj« ellisakfør at síggja. Flaggdagskoyringin hjá Føroya Ellisakførum hevur verið eitt afturvendandi tiltak, síðan felagið varð stovnað í 1992. Hesaferð vóru nógv akfør við í tiltakinum, bæði motorsúkklur og bilar. Eisini vóru nøkur ellisakfør, sum ikki fyrr hava verið við í flaggdagskoyringini.
Ellisakførini koyrdu frá felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í raðkoyring gjøgnum býin og oman á Kongabrúnna, har tey vóru sýnd fram, meðan flaggdagshaldið var á Vaglinum.
Tá flaggdagshaldið var liðugt, bleiv aftur koyrt yvir í felagshølini yviri við Strond. Eftir ein steðg upp á umleið ein tíma koyrdu ellisakførini í raðkoyring niðan á Oyggjarvegin til eina filmsupptøku, sum skal nýtast til ein film, ið skal lýsa Føroyar sum ferðamannaland.