Framsýningin í Frankfurt kallast IAA (International Automobil Ausstellung) og er heimsins størsta altjóða bilaframsýning við umleið 1.000 framsýnarum úr 40 londum kring heimin. Framsýningin var í miðbýnum í Frankfurt í 9 stórum hallum, sum tilsamans eru 220.000 fermetrar til støddar.
Av nýggjheitum kunnu vit nevna burtur úr rúgvuni: Mini Clubman, Chevrolet Aveo, Fiat 500, Ford Verve (konseptbilur), Ford Kuga, Audi A4, BMW 1-serie coupé, Citroën C-Cactus, Jaguar XF, Mazda2, Mazda 6, Renault Clio stationcar, Renault Kangoo, Renault Laguna, Reanult Laguna Coupé Concept, Mercedes-Benz C-Klasse stationcar, Mitsubishi Sport Lancer, Opel Agila, Peugeot 308 SW, Volvo ReCharge Concept, Suzuki Splash, VW Tiguan og Ssangyong WZ.
Framsýningin var opin fyri almenningin í døgunum 13. til 23. september.
Tað var bilasølan VR Bilar, sum skipaði fyri túrinum í Frankfurt.