Danmark
Eftir at fiskamarknaðurin í Hirtshals og norska felagið K-Fisk í Karmøy fóru undir samstarv, hava fleiri og fleiri norsk skip landað í Hirtshals.
Nøgdirnar, sum norsk skip hava landað, eru nevniliga tvífaldaðar eftir lutfalsliga stuttari tíð.
Í 2007 stóðu norsk skip fyri 7% av landaða fiskinum í Hirtshals – og í 2008 var talið 13%.
Umsetningurin á fiskamarknaðinum í Hirtshals er kortini minkaður í 2008, og orsøkin er, at fiskaprísirnir vóru lægri í fjør enn árið fyri.
Tað er blaðið Nordjydske, sum ber hesi tíðindi.