Tað eru fleiri og fleiri, sum føða børn síni heima við hús í Suðurjútlandi. Seinastu fimm árini er talið av heimaføðingum í Suðurjútlandi nevniliga vaksið við næstan 200 prosentum.
- Men, hetta er ikki tilvildarligt. Sambært jarðarmóður er vøksturin av heimaføðingum eitt tekin um eina uppgerð við tað, at tað er so nógv av gera á sjúkrahúsunum, skrivar www.jv.dk.
Í 2018 føddu 205 mammur í Suðurjútlandi heima í staðin fyri at fara á eitt av sjúkrahúsunum í regiónini at føða. Hetta er nógv meira enn bara fyri fimm árum síðan, tá bert 71 mammur valdu at føða heima.
Talan er tískil næstan um eina trífalding, og faktist skulu vit fleiri ára tíggju aftur í tíðina fyri at síggja líka so stór tøl fyri heimaføðingar sum tølini fyri 2018.
Í nítiárunum vórðu færri enn eitt prosent av børnunum í Suðurjútlandi fødd í heiminum – og í dag er talið uppi á umleið trimum prosentum.
Men, stóri vøksturin av heimaføðingum ger ikki jarðarmóðurina, Pia Merete Kjær Hansen, kløkka.
Pia Merete Kjær Hansen starvast á Sydvestjysk Sygehus í Esbjerg, og hon heldur, at mongu heimaføðingarnar vísa eina frustratión móti heilsuverkinum, sum arbeiðsliga verður trýst meira og meira.
- Fólk hava ógvuliga nógv at gera á okkara sjúkrahúsum, og soleiðis er eisini á føðigongunum. Tí gevur tað eisini eina meining, at fleiri og fleiri vilja finna út av, hvat tað merkir at føða heima, sigur Pia Merete Kjær Hansen.