FLEIRI OG FLEIRI FØROYINGAR FÁA REINSAÐ VATN

Á NOMATEK hevur nógv verið at gjørt í ár innan reinsing av vatni.

Í næstum verða trý nýggj reinsiverk tikin í brúk.

Í Hovi verður eitt nýtt reinsiverk tikið í nýtslu leygardagin. Hetta skal lata vatn til bygdina og til nýggja miðnámsskúlan. Verkið hevur eina framleiðsluorku upp á umleið 25 m³/tíma.

 

Á Strondum verður nýtt reinsiverk við eini framleiðsluorku upp á 75 m³/tíman tikið í nýtslu í næstu viku. Í Leynum verður eitt nýtt reinsiverk við eini framleiðsluorku upp á 20 m³/tíman eisini tikið í nýtslu í næstu viku.

 

Ùtgerðin er framleidd og uppsett av NOMATEK, sum nú hevur latið yvir 50 reinsiverk í Føroyum og Norra. Reinsiverkini á Strondum og í Leynum eru projekterað av ráðgevingarfyritøkuni Martin Leo.