Fleiri og fleiri føroyskir gravsteinar kring landið

- Tað er undantakið, at avvarðandi venda sær til okkara um gravstein til ein av sínum kæru, og ein avtala ikki kemur upp á pláss. Møguleikarnir hjá okkum at ganga viðskiftafólki á møti eru næstan óendaligir, sigur Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki.

 

- Okkara framleiðsla av gravsteinum er nú so stór, at vit helst hava eina lítla helvt av marknaðinum. Soleiðis er eisini ein stórur partur av gravsteinunum, sum nú koma upp kring landið, føroyskir. 

Øll framleiðsla á Føroya Grótvirki í Skopun er úr føroyskum basalti. Her hava tey úr at gera, og tað er ikki minst økti eftirspurningurin og framleiðslan av gravsteinum, sum er nógv vaksin. 

 

Tá virkið í Skopun varð keypt í 2013, vóru flestu gravsteinar, sum vórðu settir upp í kirkjugørðunum kring landið, útlendskir.

 

Men, soleiðis er ikki í dag.

 

- Okkara framleiðsla av gravsteinum er nú so stór, at vit helst hava eina lítla helvt av marknaðinum í Føroyum. Soleiðis er eisini ein stórur partur av gravsteinunum, sum nú koma upp kring landið, føroyskir. 

 

Tað sigur Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki í Skopun. 

 

- Føroyski gravsteinurin verður fyrst sagaður úr stórum grótplátum, og síðan verður hann høgdur til við hamara og meitli, so steinurin júst fær tað skap, sum avvarðandi ynskja. Steinurin verður eisini poleraður eftir ynski, leggur hann aftrat.  

 

Serstakt og persónligt

Á Føroya Grótvirki geva tey óbindandi tilboð, og møguleikarnir at ganga avvarðandi á møti eru næstan óendaligir.

- Vit hava nakrar gravsteinar at vísa fram, men avvarðandi eru altíð vælkomin við sínum egnu hugskotum, tillagingum og broytingum. 

Tað eru heldur ikki so fá, sum sjálvi koma við einum steini - einum hagasteini - sum fólk hava fingið loyvi at taka úr bønum ella haganum. Síðan gera tey á grótvirkinum steinin kláran eftir ynski.  

- Onkur gravsteinur, sum vit hava gjørt, ímyndar fjøll ella umhvørvi á leiðini, har viðkomandi, sum er farin, búleikaðist. 

Høgni Tausen sigur, at tað er undantakið, at fólk venda sær til grótvirkið, og ein avtala ikki kemur upp á pláss.  

­ Tá fólk spyrja seg fyri ella bíleggja gravstein til ein av sínum kæru, er tað altíð serstakt og persónligt. Vit vilja altíð hjálpa, og vit vilja vera góðir í ráðum, eins og vit geva okkum stundir at hitta viðskiftafólk ­ antin inni á gólvinum ella í telefonini. 

Stjórin sigur, at føroyski gravsteinurin úr Skopun er kappingarførur í prísi, og á virkinum leggja tey dent á, at tað eru viðskiftafólkini, sum eru í fokus. 

- Tískil vilja vit eisini, at tænastustøðið við okkara veitingum er í hásæti, sigur Høgni Tausen.  

Við tað, at gravsteinurin verður gjørdur á virkinum í Skopun, er einki ómøguligt.    

- Tá avvarðandi ynskja tað, fara vit eisini út um landið at seta gravsteinar upp, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

Høvuðsframleiðslur 

Á Føroya Grótvirki verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti.   

- Basalt er ein fantastisk rávøra at arbeiða við og við tað, at basalt ikki er líka hart, sum eitt nú granitt, er tað eisini sterkari og støkkur minni. Basalt er eitt sindur verri at forma enn granitt, men tá tað er skorið, verður tað formað haðani, sigur Høgni Tausen. 

- Fólk, sum hava fyrispurningar um gravsteinar og okkara tænastu í hesum sambandi, eru altíð hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Høgni Tausen.

Á heimasíðuni - www.fgv.fo - er meira at lesa um virksemið hjá Føroya Grótvirki, og her er eisini eitt rúm, sum eitur “Gravsteinar”, har myndir síggjast av fleiri gravsteinum, sum virkið hevur gjørt.

 

- Okkara framleiðsla av gravsteinum er nú so stór, at vit helst hava eina lítla helvt av marknaðinum. Soleiðis er eisini ein stórur partur av gravsteinunum, sum nú koma upp kring landið, føroyskir. 

Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki í Skopun.