Tað loysir seg at gera vart við tað, sum ein er ónøgdur við.
Hesum kunnu tey rørslutarnaðu taka undir við. Um ikki beinanvegin, so tó í nærmastu framtíð.
Í hvussu er um ein skal trúgva tí, sum borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen sigur.
Seinasta mikudag skrivaðu vit í Sosialinum um at rørslutarnað høvdu sent býráðnum skriv, har tey gjørdu vart við, at tað eru alt ov fáir p-básar í Havn til rørslutarnað.
Í eini stuttari viðmerking til Sosialin, sigur Leivur Hansen, borgarstjórin í Havn, at býráðið er farið undir at kannað viðurskiftini.
? Tað sær út til, at vit uttan stórvegis hóvasták kunnu gera eini 4 ella 5 p-básar til rørslutarnað, sigur hann.
Ferðslunevndin hjá býráðnum hevur hugt at viðurskiftunum, og vit halda at vit kunnu gera eitt á Vaglinum, eitt við sjónleikarahúsið og eitt við Sjómansheimið. Harafturat ætla vit at fara at tosa við SMS um ikki teir eisini kunnu avmerkja básar til rørslutarna.
Leivur Hansen sigur at enda, at arbeiði við at merkja básarnar fer í gongd, so skjótt sum avgerðin er tikin og veðrið er til tað.