Paradís skjølini, 13 milliónir í tali, eru likin til miðlar, og hava avdúkað politikarar, advokatar og enntá kongahúsið í Bretlandi. Men nú kemur fram, at eisini kendir tónleikarar eru millum teirra, ið hava fjalt stórar peningaupphæddir í skattaskjóli.
Bono úr U2 var millum teirra, ið fyrstur kom undan kavi, og hevur við BBC sagt, at hann fegnast um avdúkingarnar, so hettar kann fáast afturum. Hann hevur sett pening í eitt felag á Guernsey, ið er vælkent sum skattaskjól.
Sambært tónleikatíðarritinum Gaffa kundi blaðið The Guardian í gjár boða frá, at tónleikastjørnur eru millum teirra, ið finnast í skjølunum, ið verða nevnd Paradís-skjølini. Ikki er talan altíð um, at tað sum er farið fram, ikki erlógligt, men oft er hetta heldur spurningur um moral.
Madonna hevur í 1998 sett pening í SafeGard Medical Ltd, ið fæst við heilivág, og heldur til á Bermuda. Felagið gavst at virka í 2013.
Justin Timberlake setti í 2015 felag á stovn í statinum Delaware, og endamál felagsins var at keypa ognir á Bahamas. Nakrar mánaðir seinni varð skrásetingin flutt til Bahamas.
Shakira býr í løtuni í Barcelona, men er sambært The Guardian skrásett í Bahamas. Hon er eisini einasti skrásetti eigari av maltesiska felagnum Tournesol Ltd . Til hetta felag hevur hon flutt stóran part av inntøku síni, ið stavar frá tónleiki. Malta hevur longi verið skuldsett fyri at virka sum skattaskjól.
Løgfrøðingur hjá Shakiru sigur, at áðurnevnda felag uppfyllir øll krøv, og at allar upplýsingar eru almennar. Um bústaðarviðurskiftini sigur hann, at Shakira sum altjóða listakvinna, sangari, hevur havt bústað ymsastani millum ár og dag, og at hetta er alt hent í samsvar við galdandi lóg.